Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

“Fáum høvðusstøðum er unt at eiga eitt so stórt frílendi miðskeiðis í býnum. Vónandi verður tað til gleði fyri øll í mong ár framyvir.” Soleiðis stendur í Frílendisætlanini fyri Boðanes og Hoydalar, sum land og kommuna síðan 2006 hava arbeitt við at skipa. Talan er um Føroya størsta frílendi.

Í 2010 skrivaðu Annika Olsen, sum tá var landsstýriskvinna í Innlendismálum og Heðin Mortensen, borgarstjóri, undir at fara undir at skipa økið við Boðanes og í Hoydølum sum frílendi. Seinni hava bæði Jacob Vestergaard og Sirið Stenberg luttikið og undirskrivað Frílendisætlanini, so her er talan um eina tvørpolitiska og sera langa arbeiðsgongd. Nógv serfrøði hevur luttikið og í 2017 varð verkætlanin liðug og endaliga undirritað.

Her er leinkja til Frílendisætlanina: trýst her

Arbeiðið at gera ætlanina til veruleika er byrjað, m.a eru fleiri gøtur gjørdar, og verða pengar settir av er ætlanin m.a. at: Gróðurseta ávís økir, bøta um Hoydalsá til leik, fiskimið og friðskjól til fugla- og annað dýralív, at seta beinkir, skýlir og skeltir upp við kunning um søguslóðir, krígsminnir, jarðfrøði, vátlendir og lívfrøðiliga margfeldið osfr.

Frílendisætlanin hevur við sær, at Hoydalar er lagt út sum D1 økið, tvs er lagt út til almenning, náttúrufriðingar- og mentunarlig endamál og tílíkt. Eins og vit í dag njóta ágóðan av framskygdum og djørvum fólkum, (eisini politikarum), ið tryggjaðu okkum td Plantasjuna og plantaða náttúruøkið úti í Havnadali, so eiga vit at hava sama vísdóm og gera hesa tænastu fyri okkara eftirkomarum – og halda fast í hesi ætlan.

Tróndur Sigurðson harmaðist í D&V í heyst um stóru politisku mistøkini, ið vóru gjørd viðv. Karlamagnusarbreyt, og endurtók at tað mest umráðandi var, at vit læra av hesum. Tá langtíðarætlanir eru gjørdar, eiga vit ikki bara at broyta uppá hvamsvís, tí tað er populert her og nú.

Tað eru ikki minni enn tvær byggisamtyktir ið skulu broytast, um íbúðir skulu byggjast í Hoydølum. So tað er júst nú, at Sigurðsson hevur møguleika at vísa, at hann veruliga hevur lært og ikki ger sama mistak aftur!

Hoydalar er ein unikk perla, sum vaksandi tal av fólkið hevur fingið eyguni upp fyri og njóta at ferðast í dagliga. Júst sum økið hinumegin Hvítanesvegin og undir Svartafossi. Kunnu vit ímynda okkum at íbúðir vórðu bygdar har?

Tað er ein einastandandi gáva at hava eitt so vakurt og serstakt grønt øki mitt gjøgnum høvuðsstaðin. New York, London og París hava stórar parkir mitt í býnum, tí táverandi býarplanleggjarar og politikarar skiltu, hvussu stóran týdning tey grønu økini hava fyri trivnaðin og likamligu og sálarliga heilsuna hjá íbúgvunum.

Bygningarnir í Hoydølum liggja í D3 øki, sum er til almennar bygningar. Tað bleiv gjørt í síni tíð, tí Føroya Studentaskúli bleiv bygdur har. D3 loyvir bert almennum bygningum - tvs ikki íbúðum. Broyt ikki hetta!

Rigmor Dam hevði flottar visjónir og ynskti at lata LISA skipa listarligt virksemi í Hoydølum og her var talan um alment gagnligt virksemi (sum ásetingin eisini loyvir). Her kundu vit skapt okkara egna Louisiana, við framsýningum, konsertum, listaverkstøðum/skúla, sjónleiki og kanska eisini einari kafé. TAÐ er alment gagnligt og hevði hóskað væl til vakra umhvørvið.

Verða privatar íbúðir bygdar her (sum ætlanin er), so verða tað bara tey fáu, ið “eiga Hoydalar” framum okkum onnur. Vit fara at halda okkum aftur at ganga har og njóta tað, tí vit kenna, at vit fara inn um mark hjá privatum ognarum.

Á tekningunum hjá Zeta var onki øki sett av til parkering. Tað merkir, at Sanatoriutrøðin (fløtan hinumegin vegin) skal leggjast undir asfalt. Tað er rein vandalisma og man ger seg beint móti Frílendisætlanini.

Hoydalar rúmar nógvari søgu fyri mong ættarlið av føroyingum. Í fleiri ár lógu tuberklasjúk á Sanatoriinum og frá 60 árunum eru túsundvís av føroyskum pisum klaktar í Hoydølum. Allir føroyingar hava kent ognarskap av Hoydølum og vit skulu øll framhaldandi eiga og frítt kunna njóta økið eisini í framtíðini, Arbeitt verður við at friða Sanatoriubygning og eisini í tí ljósinum er tað púra høpisleyst at blanda friðaðar bygningar saman við íbúðarbygging.

Mín staðiliga áheitan skal vera:
• Landið skal framhaldandi eiga Hoydalar og varðveita tað sum fríøki, friða Sanatoriubygningin og fylgja Frílendisætlanini

• Lat listafólk og/ella Tjóðsavnið ella annað alment virksemi fáa gamla studentaskúlan. Mest umráðandi er at virksemið livir upp til D1 byggisamtyktina og at tað virðir og sampakkar við Frílendisætlanina

• TK eigur at fáa fatur á lendi við Stórutjørn frá landinum (keyp ella ger gerðabýti við Venjingarskúlan) og byrja og bygg røktarheim og íbúðir, grundstykkir osfr har. Arikektakapping hevur verið og tað er klárt at fara í gongd.

Tað krevur vísjónir, styrki, áhaldni og dirvi at seta langtíðarætlanir út í kortið, ið koma framtíðar ættarliðum til góðar. Lat okkum sýna í verki at vit hava tað, ið skal til, til gleði fyri okkum ið eru uppi á døgum nú og okkara eftirkomarar.

í Havn 25. januar 2021

Gunvør Balle
býráðslimur fyri Tjóðveldi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo