Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er mær ein gáta hví so nógv ung sleppa so lætt avstað við at koyra rúsaði í Føroyum.

Er Politiðið slett ikki úti og kannar rúsaðar bilførarar?

Brúkar Politiðið tey røttu tólini tær hendingaferð kanningar verða gjørdar?

Veit Politiðið av hvussu útbreitt tað er millum ung at roykja hash á biltúrum í Føroyum? 

Um ikki so kann eg fortelja at tað er SERA útbreitt.

Út frá mínum upplivingum veit eg at har er ikki eitt einasta kvøld í Føroyum at eingin koyrur rúsaður.

Eg og mínir vinir búðu allir heima hjá foreldrinum og tað riggaði ikki at verða heima hjá hvørjum øðrum og roykja tí so kundu foreldrini skjótt finnað útav tí.

So vit fóru bara biltúr og royktu í bilinum.

Fyrstu ferð vit royktu á biltúrum vóru vit allatíð bangin fyri at blíva tikin. Men við tíðini funnu vit útav hvussu lætt tað er í Føroyum at roykja í bilinum.

Ikki einaferð bleiv eg ella nakar av mínum vinum steðgaður av Politinum og tikin.

Men vit dugdu eisini væl at goyma okkum, og velja tey røttu støðini at roykja í. Tað kundi verða øll støð td. mitt í býnum, á einum parkeringsplássi ella langt vekk millum bygdir.

Vit vóru ongantíð sama stað meir enn 15 minuttir, tí so var kjansurin at blíva tikin størri, so vit skifti stað ofta ígjøgnum eitt kvøld. 

Tað vóru fleiri onnur sum eisini royktu á biltúrum og onkuntíð møttust vit fleiri bilar, so vit kundu roykja saman, og eg veit um fleiri sum eisini koyrdi rúsaði av harðari rúsevnum enn “bara” hash.

Eg eri blivin klókari og havi vent hasum lívinum baki.

Men hetta kann ikki blíva við! At fólk koyra skeiv í ferðsluni. 

Hesir skeivu bilførarirnir eru ein stór hóttan móti øllum í ferðsluni og eisini sær sjálvum.

Eg vóni at Politiðið fer at gera meir við at kanna líknandi tí sum nú er verður tíanverri ikki nokk gjørt.

Trupulleikin er nógv størri enn Politiðið veit um.

Ella kanska leggja teir ikki so nógv í henda trupulleikan og tí er tað so lætt at koyra rúsaður á føroysku vegunum?

Fyrrverandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo