Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Avbjóðingarnar eru nógvar, nú Tórshavnar kommunuskúli og Venjingarskúlin eru lagdir saman. Allir skúlar hava ymiska mentan, ymiskar siðvenjur og ymiskt virðisgrundarlag, sum skulu samansjóðast í ein skúla.

Avbjóðingin hjá hesum báðum skúlunum er fyrst og fremst, at meðan tilgongdin at leggja skúlarnar saman fer fram, heldur samanlagdi skúlin til í seks bygningum, sum eru spjaddir um allan býin.

Spyrt tú álitisfólkini í báðum skúlunum, so er hetta tann størsta avbjóðingin.

- Alt riggar væl á pappírinum, men í veruleikanum fer samansjóðingin av skúlunum ikki fram, tí lærararnir eru alla tíðina á ferð; onkur lærari undirvísir sama dag í 3 bygningum og skal flyta seg úr einum enda í býnum í hin. Vit hava ikki møguleika at tosa saman, soleiðis at vit verða samansjóðað.

Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein halda, at tað er skilaleyst at leggja skúlarnar saman, soleiðis sum hølisviðurskiftini eru.

- Tað er skilaleyst at leggja skúlar saman, soleiðis sum tað verður gjørt í hesum førinum, har undirvíst verður í so nógvum bygningum, og lærararnir sjáldan hittast. Vit kenna øll, at vit hava ábyrgd av at fáa hetta at bera til, og lærararnir hava veruliga lagt nógva orku í hetta, men av tí at tað er so trupult at koma ígjøgnum til leiðsluna og verða hoyrd, fara vit øll hvør einsæris inn í okkum sjálv og royna bara at yvirliva. Nógvir lærarar hava gjørt vart við seg, men tað eru teir givnir við, tí teir fáa einki svar. Vanliga góða samskiftið er ikki til. Hetta gongur út yvir arbeiðsgleðina, og nógv umhugsa sína støðu í skúlanum.

Tað er eitt gott ár síðan, at tilgongdin at leggja Kommunuskúlan og Venjingarskúlan byrjaði.

Lesið samrøðuna við Hjørdis Heindriksdóttir og Katrin Gullbein í Skúlablaðnum nr 1, 2016, sum kemur í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo