Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fróðskaparsetur Føroya: Altjóða bólkur av lesandi tekur av føroyskum avbjóðingum í sambandi við umlegging av føroysku orkuskipanini.

Talan er um slóðbrótandi átak, International Community Energy Challenge, har fyritøkur og stovnar í Føroyum samstarva við 5 universitet og 25 lesandi úr tilsamans 5 londum um at menna hugskot til nýggjar loysnir fyri burðardygga orkuveiting á landi og á sjógvi.

Universitetini sum luttaka eru Prince Edward Island University, Háskóli Íslands, Heriot-Watt University, Høgskulen på Vestlandet og Fróðskaparsetur Føroya.

Fyritøkur, stovnar og felagsskapir sum luttaka eru Bakkafrost, KJ-Hydraulik, Strandfaraskip Landsins, Tórshavnar Kommuna, Nólsoyar Orkufelag og Orka á Umhvørvisdeildini.

Átakið fer fram í døgunum 15.-23. mai, og verður stuðlað av NORA og Hydrogen Learning Network.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo