Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Javnstøðunevndin: Í dag, altjóða DREINGJADAGIN, heiðra vit øllum dreingjum og øllum tí góða, teir hava at geva familjum sínum og samfelagnum. Hetta er samstundis ein dagur, her fokus verður sett á avbjóðingarnar, teir møta í uppvøkstrinum.

- Um ein drongur verður vanrøktur ella veksur upp í hatri og harðskapi, er tað sjálvsagt, at hann verður ein misskiltur og ørkymlaður tannáringur. Og næsta avgerandi broytingin til at gerast maður verður uppaftur torførari.

- Okkara mál er, at allir dreingir vaksa upp til virðiligar menn, sum kunnu gagna familjuni, samfelagnum og landinum, og fara at gera heimin til ein betri stað hjá dreingjum og gentum allastaðni, sigur Jerome Teelucksingh úr Trinidad, sum hevur stovnað dagin.

Seinasta gransking um dreingir vísur:
1. at tað er 50% sannlíkt, at dreingir duga ikki grundleggjandi lesiførleikarnar samanborið við gentur 
2. at teir eru í 100% størri vanda fyri fáa staðfest ADHD samanborið við gentur 
3. eru í størri vanda fyri at verða offur fyri ógvisligan kriminalitet
4. at teir fáa 70% av vánaligastu støðumetunum og dumpikarakterunum
5. at sjálvmorðstíttleikin er fýra ferðir so stórur sum hjá gentum
6. at teir eru í fimm ferðir so stórum vanda fyri at enda í ungdómsfongsli

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo