Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í apríl mánaða í 2018 verður stór altjóða ráðstevna Á Hotel Føroyum. Heimskendir sálarfrøðingar og fyrilestrarhaldarar røða um ymisk áhugaverd evni.

- Tað er sjáldan, at vit hava møguleika at savna so nógvar víðagitnar fyrilestrarhaldarar samstundis í Føroyum, og tí hava vit lagt okkum eftir at fáa eina so fjølbroytta skrá sum møguligt, greiða fyriskipararnir Gitte Klein og Gro Emmertsen Lund frá.

At talan er um serliga ráðstevnu sæst eisini á tilmeldingunum, tí longu nú eru onkrar workshops um at verða fullteknaðar.

- Vit eru heppin, at The Taos Institute hevur verið við til at gera ráðstevnuna møguliga, siga tær báðar.

Millum kendu fyrilestrarhaldararnar eru Ken og Mary Gergen, Tom Strong, John Winslade, Gitte Haslebo og Maja Loua Haslebo. Ken Gergen, sálarfrøðingur, hevur skrivað óteljandi bøkur og greinar um samskifti, samstarv og sambond, og Gitte Haslebo hevur í nógv ár skipað fyri leiðsluútbúgving í Danmark, har fleiri hundraðtals leiðarar hava luttikið á hennara leiðslútbúgving.

Rigmor Dam, Landsstýriskvinna setir ráðstevnuna, og Poul Michelsen, Landsstýrismaður, kemur somuleiðis at røða.

- Vit hava valt at skipa ráðstevnuna í fýra súlur: Leiðslusúluna, sosialu súluna, námsfrøðiligu súluna og sálarfrøðiligu- og heilsusúluna. Umframt teir felags fyrilestrarnar, sum verða, verða 13 ymiskar workshops at velja millum. Hvør luttakari velur íalt 3 av teim 13 workshoppunum, og snikkar á henda hátt sína egnu ráðstevnu saman, siga fyrireikararnir.

Workshoppirnar viðgera evni eitt nú: Hvussu man loysir ósemjur, tá hin parturin ikki kann ella vil samskifta, Avbjóðingar hjá leiðslum í tíðum við stórum broytingum, Mapping av støðum, Skapa vit ADHD í okkara sambondum hvør við annan, Fyribyrging av sosialari eksklusjón, og Hvussu tosa vit við folk, sum liggja at doyggja. Til ber at lesa meiri um tær ymisku workshop’irnar: her

Nógvir stovnar og nógvar fyritøkur, runt um í heiminum, eru enn merktar av meginreglum, sum stava frá íðnaðarsamfelagnum. Hesar meginreglur eru ofta merktar av, at tær hava eitt einstaklinga og trupulleika fokus í teirra samskifti og framferðarhættum. Í nútímans konteksti har globalisering, informatiónsflóv, innovatión og broytingar eru í hásæti, eru hesar meginreglur ikki nøktandi longur, tá tað snýr seg um at røkka teim yrkislærdu, leiðarunum og starvsfólkunum.

​- Tær avbjóðingar, sum vit standa framman fyri, krevja samskifti, samstarv og sterk, vælvirkandi samstarvssambond. Vit mugu skapa motiviatión og orku og mæla til kreativ og innovativ svar upp á nútíðar avbjóðingar bæði í tí almenna og tí privata, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.  

Meira fæst at vita um ráðstevnuna á heimasíðuni, sum bæði er á føroyskum og enskum: www.faroeconference.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo