Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fiskivinnuroyndir: Fiskivinnuroyndir/Fiskimálaráðið er vertur fyri ráðstevnu, sum er tann 49. í røðini. Hon er hildin einaferð fyrr í Føroyum. Tað var í ár 2000. 

Fiskivinnuroyndir hevur umboðað Føroyar í WEFTA síðani 2006 og er í stjórnarráðnum í WEFTA. WEFTA er stytting fyri West European Fish Technologists’ Association.

Ráðstevnan savnar granskarar, fleiri av teimum ung, úr øllum Europa, sum granska í fiski til matna at koma hendan vegin at greiða frá seinastu granskingarúrslitunum. 

Allir granskararnir arbeiða á stovnum, sum Fiskivinnuroyndir hevur samband við gjøgnum felagsskapin WEFTA.

Umleið 60 munnligar framløgur og 40 postarar verða á skránni. Fleiri føroyingar leggja eisini fram eitt nú Rúni Weihe frá Havsbrún og Ása Johannesen frá Fiskaaling.

Fleiri av keynote røðarunum eru somuleiðis føroyingar. Talan um framløgur, sum Atli Gregersen, Bogi Jacobsen, Pál Weihe og Ólavur Gregersen hava.

Evnini á ráðstevnuni eru:

1.  Virðisskapan úr uppsjóvarfiskasløgum og botnfiskasløgum (vinnuligur partur)

2.  Burðardygg alivinna – heilsugóð framleiðsla í dag og í framtíðini

3.  Alt í land – einki burturkast í fiskiskapinum og framleiðsla av framkomnum vørum úr restrávøru(biorefining)

4.  Heilsuágóðar at eta fisk og tiltøk at fáa fólk at eta meira sjógæti (marine based food).

5.  Matvørutrygd, og hvussu slepst undan skeivari merking so sum sporføri v.m. (authenticity)

6.  Mikro- og makro-tarar og framtíðar nýtslumøguleikar.

7.  Framkomnar tøkniligar framleiðslur, og hvussu ymiskir framleiðsluhættir ávirka góðskuna á fiskavørum

Vinnan tekur væl ímóti ráðstevnuni, og vinnan spælir ein aktivan leiklut soleiðis at ráðstevnan er vorðin veruleiki.

Fiskivinnuroyndir vil tí takka Nótaskip, Skansin Offshore og Cemre Shipyard, JFK, THOR og Besiktas Shipyard, Baader, Oilwind, LÍV, Vestmanna Seafood, Tavuni, Høvdavirkinum, Fiskavirkinum, Faroe Origin, Fiskamarknaði Føroya, Betri, Bank Nordik, Bakkafrosti, Sjógæti, Varðin Pelagic, Havsbrún, Pelagos, og Tórshavnar Býráði.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum setur ráðstevnuna tann 15. oktober kl. 9.00 stundisliga.

Til ber hjá almenninginum at melda seg til ráðstevnuna á www.wefta2019.com. Møguleiki er at tekna seg til allar dagar ella einstakar dagar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo