Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag er altjóða autismudagur. At liva við autismu gevur nógvar avbjóðingar í lívinum, sum onnur sleppa undan. Summi hava ein gerandisdag, ið er merktur av sosialum trupulleikum, og onnur hava ringt við at læra og at savna seg í skúlanum og í lívinum.

 

Lat okkum minnast til okkara medmenniskju við autismu. Bæði 2. apríl og allar hinar 364 dagarnar í árinum. Bæði meðan vit eru í hesi absurdu og óskiljandi undantaksstøðuni, og tá ið gerandisdagurin vónandi skjótt kemur aftur.

 

ST avgjørdi í 2007, at 2. apríl skuldi vera dagurin, har vit seta fokus á autismu og á teir trupulleikar og tær avbjóðingar, sum autisma hevur við sær. Hetta tí at ST metir autismu vera millum tey allarviktigastu økini at seta fokus á í altjóða arbeiðinum fyri eini betri heilsu.

 

Autisma er nevrologisk menningarórógv, sum ávirkar menningina av heilanum og merkir, at heilin á summum økjum virkar øðrvísi enn hjá menniskjum flest. Tað er stórur munur á, hvørjar avleiðingar autisma hevur á persónligheit, motorikk, evni til at samskifta. Summi hava álvarsamt menningartarn, summi eru passiv, meðan onnur eru sera virkin. Fólk við autismu hava í størri og minni mun trupulleikar við vanligum sosialum samskifti og sosialum atburði, og hetta avmarkar teirra møguleikar fyri at virka í einum vanligum gerandisdegi. Fyri at tey skulu eydnast, krevur tað, at vit sum samfelag syrgja fyri at gera tær justeringar, sum eru neyðugar.

 

Vit mugu ikki gloyma, at eitt samfelag skal dømast eftir, hvussu væl vit megna at rúma menniskjum við øðrvísi evnum, og hvussu væl vit megna at síggja hesi menniskju um virðismiklar medborgarar. Í øllum førum er tað okkara uppgáva at skapa karmar, so eisini fólk við autismu kunnu samskifta við síni medmenniskju og kunnu hava ein virðiligan gerandisdag við arbeiði, við frítíð og við góðum bústaðarmøguleikum.     

 

Kristianna Winther Poulsen

 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo