Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um meirviðisgjaldið av talgildum tænastum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur, ið selja talgildar tænastur, so sum tónleikastroyming, sjónvarps- og filmsstroyming, spøl, appir og forrit til føroyskar brúkarar, eru meirvirðisgjaldsskrásettar í Føroyum?

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur veita omanfyrinevndu tænastur til føroyingar og selja fyri eina upphædd omanfyri 50.000 krónur um árið?

3. Kann landsstýrismaðurin vátta, hvørt føroyskir brúkarar rinda avgjøld, tá ið teir keypa forrit, spøl ella rinda haldaragjald fyri talgildar tænastur, uttan mun til um fyritøkurnar eru MVGskrásettar í Føroyum ella ikki?

4. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvan pening føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum fyri omanfyrinevndu tænasturnar í tíðarskeiðinum 2015-2020?

5. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um pengarnir, sum føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum fyri umrøddu tænastur, eru komnir í landskassan, sum teir sambært lógini eiga?

6. Um pengarnir ikki eru komnir í landskassan, kann landsstýrismaðurin so upplýsa, hvar teir eru endaðir?

7. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta tiltøk í verk, soleiðis at pengarnir, um teir ikki koma í landskassan sum er, koma í landskassan í framtíðini?

8. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at royna at krevja inn tann pening, sum møguliga – og um so er av órøttum – er farin av landinum?

Svar til spurning nr. 1
TAKS upplýsir, at tvær útlendskar fyritøkur eru meirvirðisgjaldsskrásettar í Føroyum við umboð fyri sølu av sjónvarpssendingum.

Svar til spurning nr. 2
Til ber ikki til at siga við vissu, hvussu nógvar útlendskar fyritøkur veita omanfyrinevndu tænastur til føroyingar og selja fyri eina upphædd omanfyri 50.000 kr. um árið. Skrásetingar eru ikki tøkar, sum kunnu svara hesum spurningi.

Svar til spurning nr. 3
TAKS hevur ikki upplýsingar um, hvørt føroyskir brúkarar rinda avgjøld, tá ið teir keypa forrit, spøl ella rinda haldaragjald fyri talgildar tænastur, uttan mun til um fyritøkurnar eru MVG-skrásettar í Føroyum ella ikki.

Svar til spurning nr. 4
TAKS upplýsir, at omanfyrinevndu tvær fyritøkur í svarinum til nr. 1 hava avroknað hesar upphæddir fyri árini 2015 til 2020:
 
Fyri 2015, kr. 7,7 mió. í mvg
Fyri 2016, kr. 7,8 mió. í mvg
Fyri 2017, kr. 7,8 mió. í mvg
Fyri 2018, kr. 8,2 mió. í mvg
Fyri 2019, kr. 8,2 mió. í mvg
 
Føroyskir brúkarar kunnu hinvegin hava rindað meirvirðisgjald í øðrum londum fyri omanfyrinevndu tænastur í tíðarskeiðinum 2015-2020. Til ber ikki at siga, hvussu stóra upphædd talan er um.

Svar til spurning nr. 5
Helst er bara ein avmarkaður partur av pengunum, sum føroyskir brúkarar hava rindað í avgjøldum fyri umrøddu tænastur, komin í landskassan. Til ber ikki at siga, hvussu stóran part talan er um.

Svar til spurning nr. 6
Pengarnir eru møguliga rindaðir í londum, har fyritøkurnar, sum veita umrøddu tænasturnar, eru MVG-skrásettar.

Svar til spurning nr. 7
Landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri, at pengarnir, sum verða rindaðir í avgjøldum fyri omanfyrinevndu tænastur, koma í landskassan í framtíðini. Til dømis eru felags altjóða leiðreglur og mannagongdir ávegis, sum væntandi fara at gera tað lættari hjá ymiskum londum at krevja inn avgjøld fyri umrøddu tænasturnar, hóast brúkarar og fyritøkur ikki eru skrásett í sama landi. Mett verður, at altjóða leiðreglur og samstarv millum lond eru neyðug fyri at loysa hendan trupulleikan.

Svar til spurning nr. 8
Tað verður sera trupult hjá landskassanum at fáa hendur á peningi, sum møguliga er rindaður í avgjøldum av føroyskum brúkarum, og sum møguliga er farin av landinum. Víst verður eisini til tær felags altjóða leiðreglurnar, sum eru umtalaðar í svarinum til nr. 7.

Tinganes, 25. mai 2020
Jørgen Niclasen Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo