Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

10. oktober er altjóða dagur fyri sálarheilsu. Endamálið við degnum er at upplýsa um sálarheilsuligar avbjóðingar og at virka fyri meira opinleika um sálarheilsu og um sálarsjúku. Dagurin varð hildin fyrstu ferð í 1992.

Søguliga hevur sálarheilsuliga økið verið knýtt at stigmatisering, skomm og tøgn. Tá eg var barn og ung, endaðu fólk ’úti hjá til Árna’, og á ’Statshospitalinum’, tá ið teimum tørvaði viðgerð og hjálp fyri sálarsjúku, tí tey vóru ’svøk’. Annars vórðu ikki nógv orð skift um sálarliga líðing og týdningin av eini góðari sálarheilsu.

Seinastu árini hava vit tó sæð ein størri opinleika um sálarheilsu og sálarsjúku. Fólkaheilsuráðið hevur sett sálarheilsu á skrá. Eisini hava felagsskapir sum Sinnisbati og Fountain House gjørt sítt til, at vit í dag eru meira tilvitað um týdningin av tilboðum, viðgerð og kunning um sálarsjúku og sálarheilsu. Økispsykiatriin virkar kring landið, og loksins eru útlit fyri betri kørmum til Psykiatriska Depilin á Landssjúkrahúsinum, hvørs karmar í alt ov nógv ár hava verið vesalligir og vánaligir út um øll mørk.   

Tað eru nógv menniskju, sum ikki megna gerandisdagin uttan hjálp, tí sálarligar pínslur sum strongd, angist og depressión tíverri eru sera vanligar í dagsins samfelag. Og sjálvi rópa menniskju við stórum sálarligum avbjóðingum ikki harðast um lekjandi tilboð.  

Vit skulu gerast dugnaligari til at fyribyrgja sálarligum trupulleikum. Sálarheilsan skal røkjast, og sót-trøllini skulu fram í ljósið. Tí tøgn lekir onga sjúku, heldur tvørturímóti. Hetta krevur hægri politiska raðfesting, við góðum fyribyrgjandi arbeiði og við fjølbroyttum tilboðum til menniskju í øllum aldursbólkum, sum hava tørv á hjálp og viðgerð.

Vit skulu alla tíðina, bæði í dag og hinar 364 dagarnar í árinum, hava í huga, hvussu vit kunnu betra um sálarheilsuna. Annars er vandi fyri, at vit enda við einum samfelag, har vit ikki longur trívast sum menniskju.

Fari at ynskja øllum ein góðan altjóða sálarheilsudag.

Kristianna Winther Poulsen, limur í Tórshavnar býráð fyri Javnaðarflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo