Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Gorjan Nikolik frá Rabobank greiðir frá bjørtu útlitunum fyri alilaks

Regin Jacobsen frá Bakkafrosti greiðir frá sínum visjónum fyri alivinnuna komandi áratíggjuni

Gorjan Nikolik frá Rabobank greiðir frá bjørtu útlitunum fyri alilaks

Gorjan Nikolik frá Rabobank greiðir frá bjørtu útlitunum fyri alilaks

Regin Jacobsen frá Bakkafrosti greiðir frá sínum visjónum fyri alivinnuna komandi áratíggjuni

Búskapur & Vinna: Tveir altjóða serfrøðingar eru gestir í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna, sum greinar altjóða støðuna og útlitini fyri alilaksaídnaðin. Sambært Regin Jacobsen frá Bakkafrosti fer alivinnan at troyta vakstrarmøguleikarnar.

Høvi til júst at seta sjóneykuna á altjóða útlitini fyri aliídnaðin í sendingini hesa vikuna er, at Bakkafrost í farnu viku skipaði fyri kundatiltaki, har fleiri altjóða serfrøðingar vitjaðu í Føroyum við framløgum. Serfrøðingarnir eru frá DNB Bank, ið telist millum størstu norðurlendsku bankarnar, og Rabobank, sum við 42.000 starvsfólkum er til staðar kring knøttin. Harumframt luttekur Sverri Justinussen, íløguleiðari í Betri Banka eisini í sendingini hesaferð. 

Serfrøðingar síggja eina bjarta framtíð 
Dag Sletmo frá norska DNB Bank lýsir í sendingini avbjóðandi búskaparstøðuna við vaksandi inflasjón, rentuhækkingum og vanda fyri veruligari búskaparligari afturgongd. Jaligu boðini frá Sletmo eru, at eftirspurningurin eftir alilaksi ikki er konjunkturviðkvom, tí nýtist ein búskaparlig afturgongd ikki at viðføra minni laksaframleiðslu.

Hin altjóða serfrøðingurin í sendingini er Gorjan Nikolik frá hálendska Rabobank, ið greinar rákini í altjóða samfelagnum í mun til alilaksin. Nikolik er sera bjartskygdur um útlitini fyri alilaksaídnaðin, ið hann metir eiga framtíðina innan matvøruframleiðslu komandi áratíggjuni. Í samrøðu við Johnny í Grótinum grundgevur hann fyri hesum útlitunum. 

Visjónin hjá Regin fyri Bakkafrost um 20 ár

Regin Jacobsen frá Bakkafrost er eisini gestur í sendingini, har verturin millum annað spyr til avbjóðingarnar við at sameina skotska alivirksemi við føroyska partin. Fyri 20 árum síðani hevði Bakkafrost bert eitt aliloyvi og mátti á gátt hjá fleiri føroyskum íleggjarum fyri at savna 50 milliónir krónur til at skapa nýggju alifyritøkuna við eini samanlegging av Bakkafrosti, Faroe Salmon og East Salmon úr Norðoyggjum. Nú hevur Bakkafrost eitt børsvirði á 27 milliardir krónur, 1700 starvsfólk og stendur fyri tveimum triðingum av laksaútflutningi Føroya. Í sendingini greiðir Regin millum annað frá síni visjón fyri Bakkafrost um 20 ár. 

Sending og framløgur á Rás 1 í kvøld
Níggjunda og seinasta sending áðrenn summarsteðgin av Búskapi & Vinna verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið kl 19. Eftir sendingina kunnu hyggjarnir eisini síggja og hoyra almennu fyrilestrarnar hjá Dag Sletmo, Gorjan Nikolik og Hera á Rógvu, sum vóru í Løkshøll í farnu viku. Evnið var altjóða kappingarførið í broytingartíðum. 

Ein brellibiti úr sendingini sæst á Facebook-vanganum hjá Televarpinum: https://fb.watch/dwk6_FEa3e/

Regin Jacobsen frá Bakkafrosti greiðir frá sínum visjónum fyri alivinnuna komandi áratíggjuni

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo