Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað hevur verið sera friðarligt á havnarlagnum í Miðvági, síðan flakavirkið stongdi og skip, trollarir og einasta uppsjóvarskipið í oynni, fóru av vánni.

Afturgongdin innanfyri fiskivinnuna byrjaði fyri meira enn 10 árum síðan. Hettar er sera long tíð, og hendan aftirgongdin merkist í allari kommununi.

Vit her vesturi vóna og vænta sjálvandi, at eisini vit í Vága kommunu fáa ágóðan av kvotunum, ið verða latnar. 

Tað er sera umráðandi fyri okkara økið, sum hevur ligið stilt so leingi, at eisini vit fáa part av kvotunum.

Lokalu aktørarnir ið hava søkt um menningarkvotur, síggja stórar møguleikar, ið veruliga kundi sett gongd á aftur.

Øll í Føroyum kunnu søkja, og metingarnevndin er nú farin undir at meta um, hvør ið fær lut í kvotunum.

Nevndin ger síðani tilmæli til Fiskimálaráðið, og tað skal verða mín vón at tilmælið hevur Vága kommunu við í menningarætlanini.

Eyðdis Hartmann Niclasen
Borgarstjóri í Vága kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo