Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í valstríðnum undan kommunuvalinum eru bústaðamál tað mest umrødda málið, tí bústaðartrotið hevur ongatíð verið størri.

Tað er eisini ein sannroynd, at ung fólk stúra fyri at seta føtur undir egið borð, tí kostnaðurin er ovur høgur.

Í valgreinum verða hugtøkini leiguíbúðir, lutaíbúðir og eigaraíbúðir brúkt hvørt um annað. Men hvat er hvat? Tíverri hava valevnini fá ítøkilig uppskot, tíansheldur staðsetingar.

Bústaðir verða eisini umrøddir, tí Bústaðir eru størsti leikarin á leiguíbúðamarknaðinum við nýggjum íbúðum undir skipaðum viðurskiftum. Men sum vanligt verða tøl og páhald nýtt, sum liggja fjart frá veruleikanum.

Tað seinasta páhaldið er, at bara vælbjargað búgva hjá Bústøðum. Hagtølini hjá Bústøðum siga annars:

##med2##

So kunnu fólk døma, um hesir bólkar koma undir hugtakið vælbjargað ella ikki.

Lóg, kungerð og bústaðarpolitikkur
Bústaðir virka eftir lóg, kunngerð, byggilóggávu og Bústaðapolitikki landins frá 2012, sum er sjálvt stavnhaldið. Eftir honum eru um 500 íbúðir bygdar, útvegaðar ella eru í gerð.

Um 15 kommmunur kring landið eru áhugaðar at fáa Bústaðir at byggja leigu- ella lutaíbúðir. Harafturat hava Búðstaðir nakrar byggiætlanir í høvuðsstaðnum, men endaligar avtalur kunnu ikki gerast, fyrr enn Bústaðir hava fingið heimild at útvega sær fígging.

Bústaðir kunnu ikki útvega sær fígging, uttan at Føroya løgting gevur Bústøðum hesa heimildina.Tað hevði annars verið rímuligt, at Bústaðir høvdu somu heimild at útvega sær fígging sum Føroya Realkredittstovnur hevur. Treytir fyri at útvega fígging kundu verið settar inn í lógina.

Verandi støða merkir, at politikkarar avgera, hvussu nógv Bústaðir byggja, og kunnu eisini taka “framdriftina” úr Bústøðum”. Sjálvandi skuldi ein breið politisk semja verið á hesum øki, sum er týðandi fyri tann einstaka og samfelagið sum heild.

Stígur kom í
Hóast ein meiriluti var á tingi fyri heimildini ífjør, kom stígur  í ætlanina at útvega Bústøðum fíggingarheimild, og enn er ikki komið á mál.

Avleiðingin er, at Bústaðir hava ikki kunnað fyrireikað endaliga og gjørt avtalur um fleiri verkætlanir saman við kommunum og byggifyritøkum. Byggiætlanir eru tí seinkaðar, og av somu orsøk gongur seinri at fremja lógarásetingina, sum er at
“...virka fyri, at øll í Føroyum skulu hava møguleika fyri at útvega sær ein bústað”.

Við hesum endamáli fóru Bústaðir til verka í 2012. Síðani fólk fluttu inn í fyrstu íbúðirnar í Heiðunum í Trongisvági í 2014, eru 333 leigumál undirskrivað, og 165 leigu- og lutaíbúðir eru í gerð.

Talið hevði verið hægri, um vit ikki komu í ein hákonjunktur við nógvum byggivirksemi, og um ikki tað ikki hevði tikið so drúgva tíð at fáa byggiloyvi í møkrum førum.

Bústaðir hava fyrst og fremst bygt og útvegað leiguíbúðir, men ætlanin hjá  Bústøðum er eisini at byggja lutaíbúðir, sum verða nógv umrøddar í valstríðnum.

Á Kneysum á Toftum, har 18 íbúðir eru í gerð, er ætlanin at selja helvtina sum lutaíbúðir. Tað skilst, at áhugurin er stórur. Í Vági samstarva Vágs kommuna og Bústaðir um at byggja seks lutaíbúðir. Í Havnini er eisini ætlanin at bjóða út lutaíbúðir.

Tá talan er um lutaíbúðir, skýtur lutakeyparin 20 prosent av kostnaðinum í íbúðina, samstundis lutaíbúðafelagið lænir írestandi 80 prosentini. Tað merkir, at lutaeigarin hevur ein lut, sum kann vaksa í virði.

Bústaðir hava fyrireikað skipanir og viðtøkur í samband við at lutaíbúðafeløg skulu stovnast, og mikukvøldið 14. oktober verður greitt frá hesi nýætlan í Vági í samband við ætlanina har.

Bústaðir hava ikki heimild at byggja eigaraíbúðir, sum einstaklingar og feløg lata byggja í stórum tali at selja áhugaðum keyparum.

Ikki útihýsa, men fevna
Bústaðir hava miðvíst fylgt Bústaðapolitikki landsins frá 2012, sum eisini miðar ímóti

⦁    at føroyski bústaðamarknaðurin ikki longur skal útihýsa, men fevna

⦁    at øll í Føroyum skulu kunnu búgva væl, lið um lið

⦁    at bústaðurin skal nøkta grundleggjandi tørvin á tryggleika og trygd fyri lív og heilsu og

⦁    at tryggja fjølbroytni á bústaðamarknaðinum

Hetta merkir, at fólk, sum hava serliga tørv, búgva hurð um hurð við onnur, sum ikki hava henda tørv.

At eldri fólk ikki verða víst til eitt stórt íbúðahús, har bara eldri búgva, men at eldri búgva saman við ungum familjum, sum jú er natúrligt á bygd og í bý.

Tað forðar tó ikki fyri, at nakrar búeindir verða ætlaðar eldri borgarum.T.d. hava stýrið og stjórn frá byrjan ætlað, at nakrar íbúðir á Dalavegnum í Havn verða tillutaðar eldri fólki, m.a. tí at stutt er at ganga til handils og aðrar tænasuveitarar.

Eitt annað týðandi mál í landsins bústaðapolitikki er, at:
”Kostnaðarstøðið á leiguíbúðum umvegis Føroya Bústaðafelag (Bústaðir) verður hildið á nøktandi støði við lagaligari fígging frá Føroya Bústaðarfelag, mvg-afturbering og kommunalum grundøki og byggibúning til lagaligar afturgjaldstreytir. Hesir fyrimunir skulu málrættast hesum leiguíbúðum.”

Smærri og miðalstórar kring landið
Hvussu hevur so hilnast?

Bústaðir hava bygt smærri, meðalstórar og nakrar fáar størri íbúðir - kring landið og í høvuðsstaðnum - til ung í útbúgving, familjur, eldri fólk og fólk við serligum tørvi. Tað merkir, at Bústaðir lúka ásetingina um fjølbroytni. Fimta hvør íbúð er lutað almannaverkinum, so Bústaðir fevna og útihýsa ikki.

Bústaðir miða støðugt ímóti at tryggja fjølbroytni, og eru sinnaðir at taka móti nýggjum avbjóðingum - eitt nú eftir tí leisti sum landsstýriskvinnan í bústaðarmálum hevur stungið út í kortið - fyri at skapa upp aftur størri fjølbroytni í einum góðum umhvørvi.

Men hava Bústaðir bygt bíliga ella dýrt, sum summi halda?

Kostnaðurin fyri hvønn fermetur verið millum 14.000 kr. og 25.000 kr. uttan mvg. Bústaðir fáa, eins og privatir íleggjarar, meirvirisgjaldið afturflutt, um talan er um meiri enn eina leigíbúð. Í summum førum er prísurin høgur, tí byggibúningin hevur verið dýr, m.a. tí nógv hevur verið at spreingja, ella tí at grundøkið ikki hevur verið bíligt. Bústaðir fáa ikki øll grundstykki bíliga, sum eitt annað páhald er.

Støðugt verður spurt, hví Bústaðir ikki byggja bíligari? Bústaðir hava sum øll onnur eina byggilóg, sum setir ávís krøv at halda seg til.

Harafturat kemur, at stýri og stjórn eru samd um, at íbúðirnar skulu hava eina ávísa góðsku, tí tær skulu eisini leigast út um 100 ár. Íbúðafeløg í grannalondunum siga, at tað loysir seg als ikki velja vánaligar loysnir, tí tað kostar meira sum frálíðir.

Men tá hetta er sagt, skal leggjast aftrat, at sera nógv arbeiði er lagt í at fáa arbeiðini so bílig, sum tað letur seg gera. Mangan hava stýri og stjórn steðgað á, tí kostnaðurin er ov høgur. So er roynt aftur og tá er kanska eydnast á fáa kostnaðin niður. Tess lægri kostnaður er, tessi bíligari er leigan.

Eingi almenn hagtøl eru tøk um, hvussu kostnaðurin er hjá einstaklingum og fyritøkum sum byggja íbúðir, og tí hava vit ikki nakað veruligt sammetingargrundarlag.

Leigan hjá Bústøðum er grundað á byggikostnað, rakstur og viðlíkahald. Leigan er í meðal 5.348 kr. um mánaðin. Ikki 8-9.000 kr. sum eitt valevni skrivaði herfyri. Eingi almenn hagtøl finnast um bústaðaleigu á privata bústaðamarknaðinum.

Vaksandi áhugi
Áhugurin at fáa eina íbúð hjá Bústøðum er stórur. Bíðilistin krýpur uppeftir og nærkast 2.700 limum. Størstu bólkarnir eru tey yngru og so tey eldru.

Politikkarar vilja eisini hava Bústaðir at byggja næmingabústaðir, vardar íbúðir og aðrar íbúðir fyri Almannaverkið. Hetta taka stýri og stjórn sum eina álitisváttan. Peningastovnar vilja vera við at fíggja og fremja lutaíbúðaætlanir, um Bústaðir eru við. Tað er ein onnur álitisváttan.

Starvsfólk, stjórn og stýri, eins og góðar byggifyritøkur, hava lagt sera stóra orku í at koma so langt, sum Bústaðir eru komnir. Øll arbeiða miðvíst fyri at koma upp aftur longur framá fyri røkka málunum í Bústaðarpolitiki landsins um, at “øll skulu hava møguleika at útvega sær ein bústað”.

Sjálvur havi eg ta áskoðan, at tað má vera ein mannarættur, at øll í Føroyum hava ein virðiligan bústað. Tí havi eg sum formaður fegin brúkt nógva tíð og orku til hetta áhugaverda og gevandi arbeiði, sum eg veit fer at vera til gleði fyri mong, sum ikki hava møguleika at keypa ella byggja sær ein bústað.

Í Kaldbak 10.10.2020
Jóhann Mortensen
stýrisformaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo