Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Ocean Rainforest: Tá amerikanski uttanríkisráðharrin Blinken við fylgi vitjaði í Keypmannahavn vildu tey hitta fyritøkur, sum ganga undan við at menna viðvarðandi orkuloysnir, og fremja burðardyggar hættir at minka  um veðurlagsbroytingar.

Stóru donsku fyritøkurnar Ørsted, Vestas, Haldor Topsøe, Novo Nordisk Fonden og BIG Arkitektar vóru boðnar á fund, og harafturat vóru boð send til Ocean Rainforest úr Føroyum um at taka lut á fundinum við umboðini fyri amerikansku stjórnina.

Amerikanskir myndugleikar hava fyrr sent boð eftir Ocean Rainforest, tí stórur áhugi er fyri taraaliskipanini, sum felagið hevur ment og roynt í drúgt áramál í Funningsfirði.

Seinastu tvey árini hevur Ocean Rainforest arbeitt við at laga føroysku aliskipanina til umstøðurnar fram við kaliforniastrondini í samstarvi við amerikanska orkumálaráðið, sum fíggjar stóran part av verkætlanini. Fýra fólk starvast hjá Ocean Rainforest í Kalifornia.

Á fundinum vísti felagið á, at loyvismannagongdirnar mugu gerast einfaldari, um verulig ferð skal koma á taraaling og gagnnýtslu av havøki til at framleiða burðadygga orku og minka um útlátið av CO2.

Ocean Rainforest takkaði fyri álitið amerikanskir myndugleikar sýndu felagnum, og mælti til at víðkað samstarvið tvørtur um Atlantshav, so meiri ferð kemur á taraalingina í Europa og Amerika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo