Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag 28. oktober vitjar amerikanski admiralurin Robert Burke í Føroyum. Robert Burke er ovasti fyri amerikonsku flotaeindirnar í Evropa og Afrika. Hann hevur støð á NATO flotastøðini í Napoli í Italia.

Undir vitjanini skal Robert Burke á fund við Jenis av Rana, landsstýrismann í uttanríkismálum. Á fundinum fara landsstýrismaðurin i uttanríkismálum og admiralurin millum annað at umrøða viðurskiftini við USA, trygdarstøðuna í Arktis og møguleikarnar fyri samstarvi í sambandi við bunkring og aðrar tænastuveiting til amerikonsk flotaskip.

Á ferðini skal Burke admiralur eisini hava fund við Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum og varaløgmann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo