Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri diplomatar sum starvast á amerikansku sendistovuni í kolumbiska høvuðsstaðnum, Bogota, hava í seinastuni verið illa fyri við vamli, høvuðpínu, ørilsi, andvekri, manglandi hoyrn og trupulleikum við minninum, balansuni og evninum at hugsavna seg.

Amerikansku samveldismyndugleikarnir taka trupulleikan í størsta álvara, og eru farnir at kanna, um talan kann vera um tað sonevnda Havana-syndromið, sum fyrstuferð varð uppdagað í 2016, tá diplomatar í kubanska høvuðsstaðnum høvdu líknandi sjúkueyðkenni. USA ákærdi tá kubansku myndugleikarnar fyri at brúka ljóðbylgjur ella mikrobylgjur fyri at gera amerikansku diplomatunum ónáðir.

Hetta noktaðu myndugleikarnir í Havana tó fyri, og tað sama gera myndugleikarnir í Bogota nú.

Wall Street Journal skrivar, at amerikanska sendistovan í Bogota er ein av teimum størstu hjá USA, og har starvast fleiri 100 fólk sum millum annað fáast við at berjast ímóti narkotika.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo