Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBlogg: So fóru tey øll avstað, amerikansku fotografarnir, sum hava havt verkstovu, photo workshop, á Hotel Føroyum, í tveimum fólkavognsbussum, ið hómast í ovara høgra horni, og annars úti um alt landið í tíggju dagar.

- Hetta verður eitt afturvenda fotoparadís hesa ársins tíð, hvørt ár, siga tey. Ivaleyst eru tey bestu sendifólk, vit kunnu fáa, tá umræður at gera vart við fotolistarligu møguleikarnar í sterka og støðugt skiftandi ljósinum kring oyggjarnar hesa ársins tíð við skiftandi veðurlagi, har tey serliga hildu tað vera stuttligt at hoyra poetisku veðurforsøgnirnar.

Tey eru frá vinstru og runt eftir klokkuni Robyn Jorde, ferðaleiðarin Bill Schwab, David Brown, Carol Chu, Kerik Kouklis, Steve Hanrahan, Carol Dows Kouklis, Karen Williams, Jim Collum og eg sum sjálvsufremjari við iFonini. Onkur var farin til Suðuroyar í triggjar dagar.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo