Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Amnesty International Føroya Deild: "Lesur tú eitt blað - óansæð hvønn dag í vikuni - so fært tú søguna um, hvussu onkur onkunstaðni úti í stóru verð verður fongslaður, píndur ella tikin av døgum bara tí, at hennara ella hansara sannføring ella átrúnaður ikki verður góðtikin av landsins myndugleikum. Sum lesari upplivir tú eina vamlandi kenslu av máttloysi, men hugsað tær, um okkara felags kensla av máttloysi kring allan heim varð savnað í eina felags áheitan - tá kundu vit gjørt okkurt serligt." - Soleiðis orðaði stovnarin av Amnesty International, Peter Benenson, seg í 1961 í blaðgreinini: "Teir gloymdu fangarnir".

Tað var tankin um, at vanlig menniskju kunnu gera veruligan mun, ið var neistin, sum birti lív í eina rørslu fyri grundleggjandi mannarættindum.

Í dag er Amnesty International virkið fyri mannarættindum úti og heima í londum kring allan heim. Og fleiri enn 10 milliónir menniskja taka hvørt ár virknan lut í arbeiðnum.

Úr London til Santiago, úr Sidney til Føroyar koma púra vanlig fólk saman, tí tey halda fast um, at hvør einstakur av okkum hevur eitt íborðið virði, sum vit eiga at verja.

Úrslitini eru mong. Óteljandi fangar eru leyslatin. Deyðarevsing er avtikin í eini langari røð av londum. Leiðarar eru tiknir av ræði og settur fyri ein rætt. Lógir eru broyttar, og fólk hava fingið nýggjar møguleikar at taka lut á jøvnum føti.

Hóast 60 ár eru liðin, so stríðast vit enn fyri einum heimi, har mannarættindini eru verulig fyri øll.

Fyrstu ferð eg tendraði Amnestyljósið, hevði eg í tonkunum kinesiska orðafelli - Tað er betur at tendra eitt ljós enn at banna myrkrinum."

- Soleðis segði Peter Benenson í 1961, og henda vakra tanka, senda vit honum og restina av heiminum, tá vit hvørt ár tendra okkara Amnesty ljós - eisini her í Føroyum.

Endurnýtslukafé á Mentanarnáttini
Amnestyljósini, sum vit føroyingar hava tendrað tann 10. desember síðani 1965, eru longu klár. Aftur í ár er tað dugnaligu starvsfólkini hjá Dugna, sum hava framleitt ljósini úr endurnýtslutilfari. Og í ár stendur 60 ár á ljósunum.

Í samband við føðingardagin hjá Amnesty verður endurnýtslukafé á Mentanarnáttini tann 4. juni á Býarbókasavninum í Havn. Vit hava opið frá 17-21, og vitjandi fáa kaffi og føðingardagskøku.

Dugni hevur eisini framleitt endurnýtslutaskur fyri okkum í Amnesty, og um tú hevur eina einlitta t-shirt við tær, so kunnu starvsfólkini hjá Dugna prenta tær tína egnu Amnesty t-shit hetta kvøldið.

Á Býarbókasavninum verður eisini framsýning av nýggjum og gomlum Amnestyplakatum og greinum.

Kom framvið og tendra eitt ljós - tað birtir vón.

Les her um mannarættindasigrarnar ígjøgnum árini

41 mannarættindasigrar í 2020
Les her um 41 mannarættindasigrar (https://amnesty.fo/41-mannaraettindasigrar-at-fegnast-um-beint-nu/).

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo