Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Beint eftir at vit hava hildið Holocaustdagin 27. januar 2022, til minnist um teir 6 milliónir jødarnar, ið lótu lív undir seinna heimsbardaga, umframt mong onnur við, kemur Amnesty International, Føroyadeild, við eini ljótari áheitan til føroyingar um at skriva undir at Ísrael er ein apartheid státur.

Ein føroyingur, ið er limur av Amnesty Internation, Føroyadeild, setti seg í samband við meg í dag. Hann segði, at hann fann seg ikki í, at Amnesty International skýrdi Ísrael at vera ein aparteid-stát. Hann fór beinanvegin av ringja til Amnesty International fyri at verða strikaður sum limur í felagsskapinum. Høvdu bert fleiri gjørt tað sama!

Nú eru mong ár síðani eg strikaði meg sum lim í felagsskapinum Amnesty International. Eg sá hvørja kós hesin felagsskapurin hevði sett.

Eg fari at heita á allar ísraelsvinir í Føroyum, ið kanska enn eru limir í Amnesty International: Meldið tykkum út úr hesum felagsskapinum, sum ikki blunkar fyri, at skýra einasta demokratiska státin í miðeystri fyri Apartheid-stát. Eg havi meiri enn eina ferð áður átalað Amnesty International fyri teirra ógrundaðu álop á Ísrael.

Nú tykist Amnesty Internationl at vera farið at renna ørindi fyri palestinskar sjálvmorðbumbumenn, sum ikki aftra seg fyri at spreingja ósekar jødar, børn, vaksin og eldri fólk í luftina.

Seinastu árini hava palestinsk yvirgangsfólk nýtt hendan framferðarhátt: Tey hava við fríum vilja koyrt á bæði ísraelskar hermenn og onnur fólk, sum hava staðið bíðað eftir rutubussum, við tí endanmálið at drepa ella løstað so mong sum gjørligt.

Men ikki eitt mótmælisorð frá Amnesty International.

Tað er prógvað, at Abbas-stjórnin á palestinsku sjálvstýrisøkjunum lønar yvirgangsmonnum fyri at teir drepa ósek fólk í Ísrael.

Mær vitandi einki mótmæli frá Amnesty International.

Í ísraelska tinghúsinum ”Knesset” eru arabiskir flokkar umboðaðir. Ein arabiskur flokkur er umboðaður í ísraelsku stjórnini. Hetta er veruleikin í dagsins Ísrael. Men Amnesty International kallar Ísrael fyri ein Apartheid-stát. Ótrúligt!

Og tað er eisini ein sannroynd, at ein meiriluti av arabisku borgarunum í Ísrael stutt síðani søgdu, at teir heldur vilja vera borgarar í Ísrael enn at vera  undir stjórnini hjá Abbas og palestinsku myndugleikunum ella undir Hamas-stjórnini í Gaza.

Svenning av Lofti

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo