Leiðarin í Amnesty International í Ukraina, Oksana Pokalchuk, hevur sagt seg úr starvi í protest.
Orsøkin er nýggja frágreiðingin sum ákærur ukrainskar deildir fyri at bróta altjóða lóg og seta sivil í vanda. tá deildirnar verja seg í krígnum móti russum.
Í teksti á Facebook skrivar Oksana Pokalchuk, at hon hevur roynt at fingið felagsskapin ikki at almannakunngera rapportina, sum hon er orðað nú, skrivar danska TV 2.
Ístaðin ljóðaði orðingin í rapportini sambært henni sum "stuðul til russisku frágreiðingina" og "eitt reiðskap í russisku propagandaðini", og tað hevur fingið hana at gevast í Amnesty.
- Býrt tú ikki í einum landi hersett av óbodnum gestum, sum bumba tað í sor, skilur tú helst ikki, hvussu tað kennist at fordøma ein her sum verjir, skrivar hon sambært CNN.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo