Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russar hava dripið børn í skúlum og barnagørðum í álopunum á Ukrana, sigur Amnesty International seg kunna prógva við dronumyndum og vitnum, tey hava tosað við.

Tað hava russar gjørt við at blaka sonevndar tyssibumbur har sum fólk búgva. Tyssibumbur eru sera illa lýddar og eisini forbjóðaðar í krígsførslu hjá nógvum londum, sum hava skrivað undir altjóða avtalu um tað. Russland hevur tó ikki skrivað undir avtaluna.

Fyrstu fýra dagarnar í krígnum hevur Amnesty dokumenterað tilsamans fýra tilburðir, har skúlar og barnagarðar eru raktir av tyssibumbum. Eisini eitt sjúkrahús í býnum Donetsk er rakt.

Mannarættindafelagsskapurin sigur seg vilja prógva russisku krígsbrotsverkini, so prógvini kunnu brúkast í einum rættarmáli ímóti russum í altjóða dómstólinum í Haag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo