Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Flokkurin varð stovnaður í 1925 av hugsjónarmonnum sum Petur M. Dam og Maurentius Viðstein.

Hugsjónin var at samfelagsvirðini komu øllum til góðar – eisini teimum, sum høvdu trong kor.

Flokkurin sigur seg framvegis virða hesi grundvirði, men í veruleikanum er flokkurin vorðin ein politisk skøkja og ein griðstaður fyri hugsjónarleysar narcissistar, hvørs politikkur ikki røkkur út um egnan nalva.

Gud viti hvat Dam og Maurentius høvdu sagt, um teir vistu aftur í verðina.

Tann, ið skal gera seg galdandi í politiskum virksemi, noyðist at hava ein pall.

Hetta eru treytaleysar spælireglur um mann ynskir at føra seg fram.

Flokstilknýti nú á døgum byggir aloftast ikki á hugsjónir, men er eitt ”nødvendigt onde” fyri tann, ið eins og Narcissus dyrkar sína egnu spegilsmynd.

Hóast Aksel formaður óivað er ein genetiskt ektaður javnaðarmaður so eru frontfigurarnir í flokkinum Heðin Mortensen og Sjúrður Skaale.

Hesir báðir eru komnir úr ávikavist Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Tað sigur alt um, hvussu breitt ruskspannin hjá Aksel fevnir.

Heðin skrivaði fyri 12 árum síðani undir eitt samgonguskjal, men leyp somu nátt frá avtaluni, tí andstøðan beyð honum borgarstjórasessin um hann vildi ”hoppa av”.

Forfeingiligheit kemur altíð framum politikkin, serliga tá eingin politisk hugsjón er útum egnan persón.

Heðin var nú floksleysur, men søkti um politiskt friðskjól í Javnaðarflokkinum og kom inn í hitan.

Men kommunupolitiskt berjist hann av øllum alvi ímóti grundvirðunum í javnaðarhugsjónini. Heðin er fremsti verjin fyri kommunalan stættarmun og tað er ikki javnaðarpolitikkur.

Spegilsmyndin gongur altíð fram um politikkin.

Undirhaldsvirðið í Javnaðarflokkinum gjørdist ikki minni, tá Sjúrður Skaale bankaði á dyrnar og bað um innivist í flokkinum. Hann kom annars úr Tjóðveldi - politiska mótpolinum hjá Heðin.

Javnaðarflokkurin opnaði í stundini sín favn fyri ”Esmar Eysturoy” - føroyska svarið uppá Jacob Haugaard.

Politiskt hevur spunasmiðurin Skaale eins nógvar kaskettir, sum hann hevur leiklutir í ”Pipar og Salt.”

Hetta politiska skuggaspælið framdi hann, meðan hann arbeiddi í Kringvarpi Føroya.

KVF er annars ein komiskur sokallaður ”public service” stovnur, ið sigur seg lúka krøvini um sakligan og óheftan journalistikk.

Síggja vit burtur frá teimum mongu, sum eru á lønarlista hjá KVF, hevur hesin stovnur í dag lítið og einki trúvirði millum Føroya fólk. 

Multitaskarin Sjúrður Skaale alias Esmar Eysturoy umboðar nú Javnaðarflokkin á fólkatingi, har norðuratlantiska rakstrarrópið er: ”Vit eru føroyingar, serstøk tjóð.”

Ja, avgjørt eru vit serstøk.

Tað er fyrst og fremst politiskur glantrileikur sum ger okkum serstøk.

Men best hevði verið, um vit varðveittu skommina innanfyri egnar landoddar.

Javnaðarflokkurin má eisini liva við, at tað er ikki bert fyrimunir við at hýsa politiskum opportunistum.

Hóast floksgáttin er lág, er ikki talan um einvegis ferðslu.

Í tingbólki javnaðarfloksins hava Helena Dam á Neystabø og Kristianna W Poulsen eisini roynt politisku karuselluna ”hop on hop off hop on”.

Løgtingið minnir stundum um eitt tivoli við Javnaðarflokkinum í fremstu røð.

Floksdisciplinið ”No Exit” er jú ódemokratiskt og kann tí ikki handhevjast í partapolitikki.

Stundum finnur tann hugsjónarleysi útav, at ávirkanin gerst størri, um tú loysir teg úr floksbandinum.

Sonja Jógvansdóttir er gott dømi um hetta.

Skal tú inn á ting er neyðugt at hava ein flokk, men ert tú inni, verður tín ávirkan størst um tú ert uttan flokk.

Hetta er eitt skemtiligt fólkaræðisligt paradoks, men soleiðis er de facto støðan, tá politikkur ikki røkkur út um egnu spegilsmynd.

Daman, ið hoppaði úr javnaðarflokkinum dagin eftir løgtingsvalið, fyri at optimera sín politiska leiklut, er parlamentariska grundarlagið undir stjórnini hjá Aksel.

Tað mann smakka løgmanni illa.

Stakkals Aksel.

Hann er ein fittur og dámligur maður.

Og tað eru óivað mong, ið hava ilt av tí truplu støðu hann er í.

Umgirdur av vargum, avhopparum, spindoktarum og narcissistum.

Uttanfyri síðulinjuna stendur vanligi føroyingurin, tolin sum altíð.

Summi rista við høvdinum – onnur smílast.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo