Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tað ljóðar næstan sum ein joke. Tjóðveldi og Sambandið eru við at gera eina semju um fiskivinnupolitikkin.

Høgni Hoydal hevur sett sær fyri at tjóðartaka alla føroysku fiskivinnuna.

Øll fiskiloyvi skulu inndragast og skula "seljast" á eini uppboðssølu.

Reiðarin fær - móti at gjalda eitt "leypandi tilfeingisgjald" - bert loyvi at "brúka" hetta loyvið.

Hvussu leingi veit ongin.

- 1 dag, 1 ár ella 8 ár sum Sambandið hevur skotið upp?

Eingin veit, men eitt er vist: Ongin ognarrættur og reiðarin fær ikki loyvi at selja keypta loyvið.

Møguligur vinningur "skal allur í landskassan".

Endamálið er sambært Høgna Hoydal at steðga "politiskari útluting", steðga allari "spekulasjón" og at syrgja fyri, at allur "vinningur fer í landskassan".

Tað er jú týðandi at hava ein greiðan boðskap!

Við øðrum orðum skal føroyski reiðarin eftir 1. januar 2018 vera eitt slag av træli.

Hann skal vera ein hentur býttlingur hjá Høgna.

Reiðarin skal bara hava ta einu uppgávuna: at fylla føroyska landskassan.

Allur vinningur í fiskivinnuni skal burtur.

Talan er um eitt fullkomið ørvitisprosjekt, sum ikki eigur sín líka í øllum heiminum.

Ikki eingang Marx ella Hugu Chavez høvdu yvirhøvur torað at hugsa um at sett eina slíka skipan í verk.

Ikki eingang politiskt settu serfrøðingarnir hjá Høgna tordu at viðmæla uppskotið ("arbeiðssetningin") hjá Høgna.

Eingin - skal endurtakast - eingin, sum hevur minsta vet av viti og skili fyri føroyskari fiskivinnu trýr uppá, at eitt slíkt ørvitisprosjekt letur seg gera.

Verður privata fiskivinnan avtikin (ella politiskt útreinsað), vil hetta sorla føroysku fiskivinnuna og vil hava við sær beinleiðis hóttafall fyri alt tað føroyska samfelagið.

Tað eru bert fantastar sum Hermann Oskarsson og Jóannes Jacobsen, ið tala fyri eini slíkari loysn, sjálvandi.

Veruliga endamálið hjá Tjóðveldinum er loysing.

Trupulleikin er, at landskassin manglar pengar.

Hesin peningur skal ognartakast frá føroysku fiskivinnuni.

Næsta tørn eigur føroyska alivinnan.

Landskassin skal hava pening og blokkurin skal niður, helst burtur.

So gongur kabalin upp: loysingin stendur fyri durum.

Hvønn er tá mest upplagt at gera semju við?

Sjálvandi Sambandsflokkin!

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo