Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

At eggja børnum til eitthvørt ávirkar nútíðina og framtíðina. Tilvitað at halda børnum frá hesum ella hasum ávirkar. Eru vit vaksnu ov ágangandi, kann úrslitið verða beint øvugt av tí, vit ætlaðu. Lykilin til eina fullkomna uppaling av børnum finst valla

Eingin orsøk er at undirmeta tær avbjóðingar, ið eru á lívsleiðini. Tá ið vit røða um lívið, mega vit vanda okkum um orðini og vera varin. Tað eru veruliga tey, ið stríðast. Saknur, sjúka, einsemi og annar bági kunnu gera umstøður lívsins torførar

Tað reka myrk skýggj inn yvir Evropa, tí veðrið háttar sær øðrvísi enn vanligt. Tey kønu tosa um veðurlagsbroytingar, at einki líkist sær sjálvum. Tær stóru áirnar torna upp, og dyrka lendi brennur av í hitanum. Onkustaðni fara skógirnar upp í royk

Uppalingin var einføld og líkatil. Tað var lagt niður í barnasinnið at vera høviskur. Tað var umráðandi at vera blídligur og týdligur. At fara væl við øðrum gagnaði øllum

Tað er ein gleði at liva eitt lív í frælsi uttan at stúra fyri, hvat onnur halda og meina

- Tá ið nú tøka av lívi ikki samsvarar við grundarlagið undir mínari kristnu trúgv og trúnni hjá mínum samsintu, ja so hava vit sum trúgvandi fingið eina uppgávu, ið vit mega røkja við nærlagni

Tað er umráðandi, at vit, ið fingu andaliga ábyrgd, eru tilvitað um tær nýggju tíðirnar, so vit kunnu møta tí yngra ættarliðinum við evangeliinum um Jesus Krist og Guðs náði, fyrigeving og frelsu

Tað er ein stórur munur á, hvat ið eg sjálvur sigi og geri og tí, ið Jesus sigur og ger. Munurin er eyðsýndur og sjónligur

Heimi á Bakkanum stendur kirkjan sum ein viti. Hon lýtir rundan um seg í stórbærari náttúru. Vakurleikin er stórsligin millum tey høgu fjøllini. Makliga rennur Løksará framvið ella sum streymur í á. Við vatninum í ánni kemur og fer tíðin

- Í klædningi og slipsi fekk eg hjálp frá tveimum monnum, ið einki áttu og samlaðu fløskur til tess at klára dagin. Inni í høvdinum á mær sjálvum sá hetta øvugt út. Hvør hjálpir hvørjum, hvar og nær? Spurningurin fylgdi mær, og andaktin er skrivað í tokinum, meðan vit vóru ávegis til Keypmannahavnar

Jesu deyði er ein deyði í okkara rúm og stað, tí hann doyði fyri vára syndir. Tann almenna trúgvin, t.e. trúgvin hjá kirkjuliðunum um allan heimin, boðar sannførandi, at í trúnni á Jesu deyða og uppreisn fær hin einstaki á persónligan hátt lut í tí almennu trúnni

- Tá ið vit geva Guði innivist í trúnni á son hansara Jesus, flytur tann guddómliga fyllan inn í hjørtu okkara. Vit fáa av náði Guðs lut í tí guddómliga

- Tað góða finst um allan heimin, í øllum fólkasløgum og øllum átrúnaði. Tað er kristindómsins aðalmið, at trúgvin á Jesus er sjónlig í tænastu og miskunnarverki

Vit eru fleiri, ið hava kent okkum tyngd av syndini og hennara hjáárinum. Ein fylgja av syndini er mistreysti, misnøgd og skuldarkensla

Kann tað hugsast, at grammleiki, ov mikið av breyði og ov lítið av andaligum mati eru orsøkin til kríggið í Ukraina? Er vesturheimurin komin hagar í vitan og lærdómi, at vit gloyma at eta lívsins breyð?

At fara til songar um kvøldið og sova trygt um náttina. At vakna til ein nýggjan dag og fara til dagsins verk uttan órógv. At liva í friði og náðum í einum samfelag við skipaðum viðurskiftum. At vera mettur, væl settur og hava innivist

- Ynski ærliga og av øllum mínum hjarta at siga føroyska heilsuverkinum og teimum dugnaligu starvsfólkunum eina hjartaliga tøkk. Nú havi eg royndirnar á øllum okkara sjúkrahúsum og kann samanlíkna við sjúkrahús í øðrum londum

– heilsan og tøkk til tey, sum arbeiða innan okkara heilsuverk

Skilagott var tað, at samfelagið tók farsóttina í álvara. Tað er alla æru vert, at vit hava staðið saman um at verja veik, sjúk og gomul. Tað er ábyrgd hins kristna, at vit taka okkum hvør av øðrum

- Dómkirkjan var í dag, tann 15. januar 2022, ein hábærsligur karmur um eina sorgblíða tænastu. Klokkurnar í torninum spældu stillisliga undan jarðarferðini “Harra Guð títt dýra navn og æra”

- Erkibiskupurin í Suðurafrika, Desmond Tutu (1931-2021), var ein sannur stríðsmaður fyri rættvísi og samstundis ein friðar ápostul

- At geva Jesusi innivist í hjartanum. Tað verður valla meira persónligt og livandi enn tað sama. Heilagur andi vekir og staðfestir trúnna. Andin ger bústað Jesu í hjørtum várum til signaðar heimligar løtur

- Rannsakandi er spurningurin, um vit hava stundir til at vitja sjúk, einsamøll og heimleys. Hava vit stundir at tosa við ella hava umsorgan fyri teimum, ið gjørdust bundin av rúsandi løgi ella evnum. Hava vit stundir og hegni at umgangast fólk, sum í sjálvgóðsku og sjálvgleði mistrívast í sínum innara menniskja í fjaldum einsemi

Tunnilin var langur og myrkur. Myrkrið gjørdist enn myrkari, tess longri frástøðan var frá smoguni inn í fjallið. Myrkrið var meira enn myrkur. Myrkrið var frávera av ljósi

- Nú um stundir kom ivamálið uppaftur at venda. Mær var sagt, at vit, ið høvdu lagt armin til prikini og vóru koppsett móti Covid-19, høvdu fingið djevulin ella antikrist inn undir húðina

Mær tykir tað vera satt, at hvørt menniskja hevur eitt óendaligt virði, ið hvørki skal prógvast ella metast um

- Hvat vilt tú við tíni skriving? Ein viðkomandi og ærligur spurningur. Óivað er tað viðhvørt torført hjá lesaranum at finna tann reyða tráðin

- Hjá føroyingum er sjógvurin grundarlagið undir tilveruni. Vit mega ansa eftir og stríðast fyri, at havið framhaldandi er lívfrøðiliga burðardygt. Tann kristna trúgvin eggjar okkum til hetta nú sum áður

- Tey sóu ljóst uppá tilveruna og vórðu søgd at vera einføld í trúnni. Tey høvdu ikki stórt ríkidømi um hendi, men børnini komu væl undan. Eydnan var innanveggja. Hvat var tað, sum gjørdi lívið vert at liva?

Viðhvørt fyllir tað neiliga huglagið ov mikið. Tá er vandi fyri, at liturin og lívsvirðið verða væl dimmari. Tað er vandamikið, um tað neiliga fyllir ov nógv

Lívið er spennandi, tá ið andalig búning setur dagsskránna

- Í eina viku hava føroyingar hoyrt ein mann úr Norðurkorea siga frá støðuni hjá teimum kristnu í heimlandinum

Við jøvnum millumbilum verður spurt, hvat kristindómur veruliga er, og hvat kristna trúgvin stendur fyri. Svarið er fjølbroytt, serliga tá ið talan er um etisk viðurskifti

- Mannalívið ferst av ymiskum ávum. Vit eru ikki einsamøll, tá ið vit gingu burtur á havsins brúsandi báru

- Lívssólin er ikki altíð bjørt og unnilig. Viðhvørt skýmir á vaknandi degi. Tað hendi, at lívssólin setti, áðrenn kvøldið kom. Tað er ikki einvíst viðrák í lívsins sigling

At vera erkvisin tænir sjáldan nøkrum endamáli. Tað ber boð um, at vit ikki hvíla í tí, ið vit eru. Gagnligt er, at vit kenna og hvíla í okkara samleika

Tað er tað vælsignaða við Guði, at øll henda vakra og hugtakandi náttúran, bæði í sínum mildni og ræðandi tign. Tað vælsignaða við Guði er, at menniskjan er skapað í hansara mynd

- Tað er óheppið at leypa nútíðina um fyri tess skjótari at koma inn í framtíðina

Tað var á Vaglinum við Gamla Meinigheitshúsið ein dag í mai 2021. Signingin hevur fylgt mær líka síðan. Talan var hvørki um orðsins boðberar í prestakjóla, klædningi ella mótaklæðum. Tað ytra var sjónliga viðtikið. Tað innara lívsjáttandi livandi

- Vit kristnu mega ikki svíkja okkara høga kall. Vit eru uppsitarar hjá Guði og eru sett at røkja skapanarverkið. Ábyrgdin er latin okkum í hendi

Í dag 15. mai 2021 fagnaði Javni 50 ára stovningardagin við hátíðarhaldi á Vaglinum í Havn. Vant Merkið í húnar hátt. Fór inn á telduna og fann taluna fram, ið var hildin veitsludagin fyri 25 árum síðani. Hon er lagað til eina andakt

Hennara fløvi gav linna í stirdar vøddar. Sólin fekk tað grøna grasið framaftur, sum í morgun var hult í snjóhvítum búna

- Vit mega gerast grønari ikki einans í politikki. Okkum tørvar eina hugburðsbroyting, ið fremur ítøkilig átøk. Skilagott er at lurta eftir serfrøðini á økinum

Onkuntíð lekur millum hugsjón og avrik. Tað er rættur hins einstaka at meta um fakligu avrikini hjá okkum, ið bjóða okkum fram sum leiðarar í samfelagnum

Tær stóru kristnu hátíðirnar stuðla og treyta hvør aðra. Heildin er at finna í máliskuni um lívið frá vøggu í grøv. Har ímillum liva vit í yrki og frítíð, í gleði og sorg, í viðgongd og mótgongd

- Tað tykist mær háðan móti Føroya landi, um vit goyma Merkið burtur ella skammast við tað. Vit eru føroyingar serstøk tjóð og rúma nýggjum føroyingum

- Á veg norður um fjall í tí fyrsta tronga tunlinum bað eg so inniliga, at Harrin mátti geva mær eina einfalda gleði og ein djúpan frið í hjartað. Ein glaður umvendur maður fekk meg at biðja inni í fjallinum í bølamyrkri

Tað heilaga landið er heilagt vegna tess, at Guðs útvalda fólk er útvalt. Lyftið var givið Ábrahami, at hann skuldi nørast í stórum og verða til tjóðir

Tað andaliga er ein berandi partur av samleika teirra kristnu. Alt, ið vit avrika í verki, medferð og orðum verður myndað út frá einum andaligum sjónarhorni

Róland setir millum annað rúmdargranskingina og nýligu lendingina á Mars í perspektiv. Fylg við her