Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað sortnar á luftini, og skýggj rekur fyri sól. Ein gráði liggur inn eftir fjørðinum, og andróður er hjá teimum, ið sita við árarnar. Mótrák ávegis inn í íður, har tað brýtur í bæði borð.

Samfelagið er sum ein bátur í øtlandi veðri, og sóttin setur ferðina niður, nú lagt verður á streingin.

Tað er fjáltur á fólki. Óvissan valdar og tekur til í styrki. Serkøn fólk greina støðuna og skapa ró í miðlunum.

Hóast tað er ein færri av ótta, nú smittan Covid-19 herjar um allan heimin.

Skilagott er at taka neyðug atlit hvør at øðrum og lurta eftir serkønum tilmælum. Hvør einstakur hevur ábyrgd, vit øll og tað almenna samfelagið.

Kristnin avmarkar ta andaliga virksemið, og dyrnar til kirkjur og samkomur eru stongdar.

Ræðast vit veruleikan, vit, ið prædika gleðiboðskapin? Hava vit mist friðin í trúnni á Jesus á gólvið?

Trúgvin skal ikki vera bláoygd og uttan samfelagslig atlit. Vit mega nýta vit og skil. Kristna trúgvin skal tilvitað gagna tilveruni og ansa eftir menniskjum.

Skilagott er at taka tilmælið frá landsins myndugleikum í álvara. Alneyðugt at fylgja ráðunum frá fakliga heilsumyndugleikanum.

Í føstuni eru vit fráhaldandi. Í gomlum døgum ótu fólk ikki kjøt í føstu. Føstan skal spekja holdsins trá, so vit í størri mun hava møguleikan at hugsavna okkum um Guð og trúnna.

Nú á døgum eru tað fólk, ið fasta á annan hátt, t.d. verður teldan sløkt. Tann sosiala samveran á miðlunum verður avloyst av djúphugsni, bøn og andakt.

Nú kirkjurnar ikki verða vitjaðar, er tað møguligt at nýta tíðina til annað andaligt virksemi. Vit kunnu søkja Harrans ásjón í ákallan og bøn.

Vit kunnu lesa Guðs orð og stunda á orðsins vísdóm. Vit kunnu samskifta við Guð. Vit kunnu rannsaka skriftirnar og finna friðin og hvíldina í trúnni á Jesus, nú sóttin herjar heimin.

Vit kunnu fara í bøn fyri landi og fólki. Vit kunnu biðja fyri veikum og sjúkum. Vit kunnu biðja fyri teimum, ið sáran syrgja við deyða og andlát. Vit kunnu biðja fyri teimum bangnu og óttafullu. Vit kunnu biðja fyri teimum, ið sáran stríðast í kvøl og angist.

Latum okkum biðja fyri teimum, ið eru kedd og stríðast við lívið.

Vit kunnu lovprísa Harrans navni, sum á undurfullan hátt hevur nomið hjørtu okkara. Lovsyngja Guði, sum gav okkum hjartafrið í fullgjørdi verki Jesu Krists, tá ið hann á Golgata krossi doyði í okkara rúm og stað.

Vit takka Guði fyri halgidómarnar, hóast teir nú standa manntómir. Takka fyri mangar ríkar løtur í Guðs egna húsi.

Nú dyrnar eru stongdar til hús Harrans vegna sóttina miklu, leitar hugurin til tey mongu kristnu runt um í heiminum, ið ikki fáa náðir at savnast um orð Harrans. Tey mongu politiskt atsøktu, hvørs kirkjur verða brendar.

Latum okkum í bønini minnast tey forfylgdu, ið gjalda ein høgan prís fyri at halda fast við vitnisburðin um frelsaran Jesus. Mong teirra líða deyðan, tí tey ikki vilja avnokta Jesus sum Harra og frelsara og avnokta hansara dýrabara navn. Gævi at himinsins kertur lýsa fyri teimum ávegis og inn um himinsins grind.

Vælsignað er Harrans stóra gáva, at vit í Føroyum liva undir tryggum umstøðum. At vit, nú Covid-19 herjar, eru í góðum hondum.

Landssjúkrahúsið og sjúkrahúsverkið eru ein stórfingin gáva. Guð gevi teimum heilsu og hepna hond í dygdargóðum verki.

Í J. Paturssonargøtu í Havn hoyra vit mangan ljóðið frá sjúkrabilinum. Tey eru til arbeiðis alt døgnið og í øllum veðri. Í dýrd og logn. Í myrkri, ódn og kavaroki. Tey arbeiða okkara vegna og seta lívið í váða til tess at veita okkum hjálp í vanlukku ella sjúku.

Tilbúgvingin, sløkkilið og løgreglan, eisini tey bera vit fram fyri Harran í bøn, at teimum gongst væl í lívi og arbeiði.

Harrin hevur ríkiliga vælsignað okkara land í eldri og nýggjari tíð. Vit siga takk og biðja Harran framhaldandi halda sína verndarhond yvir fólki og landi. Vit biðja um lív og heilsu, at sóttin Covid-19 tekur av, og at vit ikki missa fólk av hesi herviligu smittu.

Vit biðja fyri grannatjóðum okkara, heimsins londum og fólkasløgum. Harri og Guð okkara síggj í náði til øll tey, ið líða og verða pínd. Legg tína grøðandi hond yvir hin einstaka og fólkasløg.

Lat tey, ið kenna seg fremmand og einsamøll á sínum bústaðar pletti, kenna hitan av hondum, ið vilja teimum væl.

Nú eru vit skerd og viðkvom. Tá ið vit einaferð koma aftur í kirkju og á møti. Send okkum tá streymar av vitsku og vísdómi, so vit minnast at takka tær, Jesus, fyri umstøður, ið vit áður mettu sjálvsagdar. 

Í tínum livandi hondum, himmalski faðir vár, nú og um ævir. Amen.

Orðið: “Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.” (Filippibrævið 4,6).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo