Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Heilsutrygd hevur sett Anders Vedelsbøl í starv sum kommunulækna í Vága læknadømi.

Hetta boðar Vága Kommuna frá í dag á heimasíðu sínari.

Anders Vedelsbøl nam sær embætisprógv innan læknafrøði í 2006 og fekk serlæknagóðkenning í almennum medisini í 2012. Størsti parturin av serlæknaútbúgvingini varð tikin í Føroyum.

Hann hevur virkað sum kommunulækni í Keypmannahavn, umframt at hava røkt avloysarastørv sum kommunulækni í eitt nú Klaksvík, Tórshavn og á Sandoynni. Í 2015 virkaði hann sum deildarlækni í kriminalforsorgini í Keypmannahavn.

Seinastu tvey árini hevur Anders Vedelsbøl verið kommunulæknaavloysari í Vága læknadømi.

Anders Vedelsbøl tekur við starvinum í Vága læknadømi 1. mars 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo