Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hon eitur Virginia Giuffre, og er í dag 38 ára gomul. Hon hevur meldað bretska Andrew prins, tí hann skal hava misbrúkt hana seksuelt, tá hon bert var 17 ára gomul. Misbrúki fór fram bæði í London, í New York og á oynni Little Saint James. Oyggin í Karibiska havinum, sum var privat ogn hjá vinmanninum hjá Andrew prinsi, Jeffrey Epstein, sum nú er deyður fyri egnari hond. Eisini hann var undir álvarsligum ákærum fyri at hava misbrúkt ungar gentur kynsliga.

Tann í dag 61 ára gamli Andrew prinsur noktar fullkomuliga at hava havt nakað við Virginiu Giuffre at gera. Tað hóast tey bæði síggjast á eini mynd, hann við arminum um hana. Á myndini er eisini Ghislaine Maxwell, sum helt saman við Jeffrey Epstein. Eisini hon er undir ákæru fyri at hava verið við í misbrúkinum av ungum gentum, hennara lutur skal hava verið at skaffa genturnar til teir at misbrúka. Rættarmálið ímóti henni byrjar 29. november.

Virginia Giuffre stevndi prinsin síðst í september. Ein dómstólur í New York skal viðgerða málið. Prinsurin hevði freist til í gjár at svara, og tað hevur hann nú gjørt. Hann heldur, at hevur hon ikki betri prógv, so eigur rætturin at vísa málinum frá sær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo