Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Andrias Høgenni, sum aftur í ár vann Geytavirðislønina, hevur gjørt tríggar føroyskar stuttfilmar, sum nú eru tøkir til undirvísing á Snar. Tað eru filmarnir ”Eina”, ”Kom og dansa” og ”Stina Karina”. 

Uppgávur eru gjørdar til filmarnar á temasíðuni um film, og ein greiningarfrymil er tengdur at filmunum. Eisini verður upplýst um frásagnarfrymilin, ið stundum nevnist Hollywoodfrymil. 

Umframt eitt støðugt vaksandi savn av føroyskum stuttfilmum, eru eisini fleiri undirvísingarevni um film. Sagt verður frá um føroyska filmssøgu, um grindadráp, slakt og blóð á filmi, og um lýsingar, har filmaðu boðini verða undirskilt og hava greiðar sexuellar tilsipingar. 

Nýggjasta filmsevni á Snar, sum er ætlað til undirvísing, er um heimildarfilm. Umframt nýggjan útlendskan heimildarfilm verður víst til teir báðar føroysku ”Anita” og ”Send á Rødbygaard”, sum Kringvarpið sendi í 2014 og 2013. Filmstilfarið á Snar er ætlað til hádeild og miðlabreyt í fólkaskúlanum, og til miðnám.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo