Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tríggjar aðruviðgerðir verða á tingfundinum sum byrjar í dag klokkan 13.30.

Í øllum førum eru tað mál hjá andstøðuni sum koma til viðgerðar - Tjóðveldið hevur tvey uppskot um at fremja fleiri yvirtøkur og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum hevur uppskot um felags foreldramyndugleika.

Eisini er framløga á skránni.

Á tingfundinum í dag fer Eyðgunn Samuelsen at taka sæti fyri Heðin Mortensen, sum fer aftur í sessin sum borgarstjóri á Vaglinum í Havn. Annika Olsen tekur við aftur sínum tingsessi, og Jóhan Eli Poulsen fer úr tinginum. Kristina Háfoss fer í farloyvi og varamaður er Páll á Reynatúgvu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo