Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Val er til landstingið í Grønlandi 6. apríl, og eru meiningarkanningarnar eftirfarandi so verður tað vinstrasinnaði IA flokkurin sum vinnur.

IA fær 36% av atkvøðununum, vísir ein meiningarkanning sum Sermitsiaq.AG hevur kunngjørt. Flokkurin verður harvið størri enn Siumut, sum hevur verið merktur av innanhýsis stríði, eftir at formaðurin, Kim Kielsen, varð frákoyrdur. Kim Kielsen hevur tó varðveitt sætið sum landsstýrisformaður. IA stendur til at fáa 12 sessir í tinginum, sum hevur tilsamans 31 sessir. Siumut fær 8 sessir.

Undirtøkan hjá Siumut er søguliga vánalig, og tað er ikki minst innanhýsis klandrinum fyri at takka, siga eygleiðarar.

Eitt annað tema, sum er í valstríðnum, eru ætlanirnar hjá Greenland Minerals at fara undir námsvinnu nærhendis Narsaq í Suðurgrønlandi. Ætlanirnar hava elvt til mótmæli, tí tær fara at dálka umhvørvið, halda eitt nú Greenpeace og lokalir felagsskapir. Og teir báðir høvuðsflokkarnir eru ikki á einum máli. IA er ímóti ætlanunum og Siumut er fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo