Tað er við hittinorðum sum við menniskjum. Nøkur eru knapporðað, onnur prátingarsom – og øll eru ikki líka góð
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Julia Navalnaja fer møguliga at halda fram við arbeiðnum hjá manninum.

Julia Navalnaja fer møguliga at halda fram við arbeiðnum hjá manninum.

Stutt eftir at Aleksej Navalnyj var lendur í Moskva, varð hann handtikin.

Russisku myndugleikarnir høvdu ávarað Navalnyj um, at hann fór at verða handtikin, kom hann aftur til Russlands. Men hann vildi sleppa heimaftur kortini.

Aleksej Navalnyj hevur ein treytaðan dóm fyri undandrátt og hann hevur brotið treytirnar í dóminum, siga myndugleikarnir, ímeðan hann sjálvur sigur, at dómurin er politiskur.

Hvussu leingi hann fer at sita inni er óvist, men hildið verður at konan, Julia Navalnaja, møguliga fer at halda fram við politiska arbeiði hansara.

Aleksej Navalnyj hevur verið í Týsklandi í fimm mánaðir, har hann hevur fingið viðgerð fyri eina eitring, sum hann sigur Vladimir Putin og hansara fólk hava skipað fyri. Putin hevur svarað, at hevði tað passa, so hevði hann verið deyður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo