Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

- Uttan mun til akkurát hvussu mong ár talan er um, tá ein heldur starvsdag ella fer úr starvi, so er eitt langt tíðarskeið altíð ein staðfesting av, at fólk hava trivist í starvinum. Og tað dámar okkum serliga væl. Og tí dámar okkum at gera eitt sindur burturúr tílíkum døgum. Tí onki kann vera betur fyri kommununa, enn trúføst starvsfólk við drúgvum royndum í starvinum, segði Gunvør Balle, varaborgarstjóri á samkomu í Tilhaldinum fríggjadagin.

- Trúfesti og áhaldni í starvinum hevur so ómetaliga stóran týdning. Og vónandi hevur Tórshavnar Kommuna sum arbeiðsgevari roynst tykkum væl. Í dag fara vit at heiðra Onnu Magnussen fyri trúfasta tænastu í barnatannrøktini í 25 ár. Harumframt fara vit at siga farvæl við Peddy Davidsen og Annu Berg, segði Gunvør, sum handaði gávur vegna Tórshavnar kommunu. Hon lýsti tær tríggjar soleiðis:

---

Anna Magnussen byrjaði sum klinikkassistentavloysari 15. aug. 1994. Í juni 1995 varð Anna sett í fast starv í barnatannrøktini. Anna hevur sostatt verið í starvi hjá TK í góð 25 ár.

Anna hevði longu áðrenn hetta drúgvar royndir sum klinikkassistentur - ella, sum tað nú nevnist, tannatstøðingur. Hon varð útlærd frá tannlæknastovuni hjá Esther og Kristian Djurhuus í 1978 og arbeiddi har frá 1974 til 1985. Tá valdi Anna at vera heima hjá børnunum meðan tey vóru lítil.

Anna er Havnardama við STÓRUM H, eingin ivi um tað. Fødd í 1957 og uppvaksin á Marknagilsvegnum, dóttir Tórbein, sála, og Dinnu Dam (Dinna, ella Alexandrina, er ættað úr Fuglafirði). Anna er elst av trimum systkjum, so longu tíðliga hevur hon lært at taka hond um onnur.

Anna er gift við Magnus Magnussen, ið rekur Elmek Elektrikaravirkið. Saman eiga tey 4 børn – harav tað eina sjálvandi er “Heini í Havn”. Síðani eru 5 ommubørn komin afturat, so her grør um gangandi fót.

Í barnatannrøktini byrjaði Anna at arbeiða saman við Katrin Reinert, tannlækna. Síðani 1996 hevur Anna samstarvað við Sigrid Arge. Altíð blíð og fyrikomandi og gongur upp í arbeiðið við lív og sál. Mangir reinir og frískir munnar hava Onnu fyri at takka, at støðan er so góð.

So Anna – vit fara at takka tær fyri hesa kvartu øldina og ynskja tær alt tað besta víðari á lívsleiðini – eg fari at biða teg at koma upp higar………

---

Peddy Dánjalsdóttir Davidsen varð sett í starv sum tannlækni í Tórshavnar Kommunu 23. aug. 2004. Nú Peddy fer frá fyri aldur, er tað aftaná at hava starvast sum tannlækni tilsamans í 45 ár. Tað er jú heilt einastandandi – og 15 tey seinastu av árunum hava verið á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu.

Áðrenn Peddy kom til Havnar at starvast arbeiddi hon í 30 ár í Danmark, fyrst í Odense kommunu, síðani Rødovre kommunu og at enda 28 ár í Ballerup kommunu. Peddy hevði samstundis nakrar tímar í privat praksis, har hon at enda sjálv átti klinikkina.

So tað er ein sera royndur tannlækni, vit biðja farvæl í dag.

Vit fara eisini at takka tær fyri hesa longu starvstíðina og ynskja tær alt tað besta víðari á lívsleiðini – eg fari at biða teg at koma upp higar………

---

Anna Malena Berg, f. Simonsen, varð sett í starv sum klinikkassistentur á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommunu 15. nov. 1977. Nú Anna fer frá fyri aldur er tað sostatt aftaná at hava starvast á Tannlæknastovu Tórshavnar Kommuna í næstan 42 ár.

Fyri ikki so langari tíð síðani fekk Anna Droningens Fortjenestemedalje fyri 40 ára trúgva tænastu.

Áðrenn Anna kom í starv hjá kommununi, varð hon útlærd klinikassistent hjá navnframa tannlæknanum Magnus Jensen, sála. Anna starvaðist á tannlæknastovuni í Varðagøtu frá 1968-1973, íalt gott 5 ár.

Sostatt hevur Anna alt í alt verið innan tannrøktina í samfull 47 ár nú hon leggur frá sær.
So tað má sigast at vera ein ótrúliga vælroyndur tannatstøðingur, vit her biðja farvæl.

Vit fara eisini at takka tær fyri hesa longu starvstíðina og ynskja tær alt tað besta víðari á lívsleiðini – eg fari at biða teg at koma upp higar………

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo