Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Er Jørgen tann rætti sum formaður í Fólkaflokkinum?

Sovorðnir spurningur koma sjálvsagt av og á í tankar hjá flokslimum.

Vit fáa helst ongantíð tað einasta og rætta svarið. Men treytin hjá okkum er væl altíð: "Hevur formaðurin borið seg skeivt at, ella hevur hann víst ov lítið hegni til ábyrgdina?"

Einaferð fingu vit eina unga, blíða og sjarmerandi kvinnu á ting umboðandi Fólkaflokkin.

Hon hevði neyvan fingið fótin fastan so bjóðaði hon Jørgen av um formanssætið!

Vanliga hugsi eg meg væl um, áðrenn eg taki eina avgerð, men í hesum føri var eg helst ov bergtikin av hesi vøkru og helst skilagóðu kvinnu, og eg mælti til at velja hana.

Men hon tapti valið, og so fara vit víðari! "Så, hvad gør vi nu?"

Val av øðrum formanni treytar væl altíð: Hvønn skulu vit velja ístaðin?

Eg haldi, at Jørgen er skilagóður, hevur gjørt eitt megnar arbeiði, so vit í Sandoynni síggja fram til eitt framtak, sum, uttan at hann skal gjalda tað sjálvur, men hann hevur tryggjað politiskt, at um stutta tíð fáa vit tunnil til Sandoynna!

Eg kenni til og veit, at tú vinnur onki av tí, tú hevur gjørt, men um komandi lyfti!???

Tí eiga vit í Sandoynni at standa saman um Jørgen. Vit velja lokalt annars, men grundstuðul um okkara ynski hevur Jørgen tryggjað!

Eyðun Mohr Viderø
13.‎01.‎2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo