BirkBloggur: Sólin stendur lágt, munurin á ljósi og skugga verður hárhvassur, og stutt eftir middag liggur Boðanes í litleysum skugga. Innan vit koma so langt, súgva litirnir mettuna í seg. Upp móti bláa fjørðinum er reyði konteynarin eitt mynsturverk, bara brotið av monotona pelanum, sum í kvøld fer at kasta ljós yvir myrka vegin og ljósa gonguteigin. Lívið er ein førningur við mynstrum.
Í Hvamminum, uppi í brekkuni, stendur vakstrarhúsið í eins hvassari kontrast undir Lágargarði og minnir okkum á tíðina og ljósið, sum svinna, nú gøtan fer fram við Boðanesheiminum, og sýnið millum Stong og Eystnes manifesterar seg, sum gekk ellisheimsgøtan heilt út í havsbrúnna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo