Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Røða, sum borgarstjórin flutti fram, nú 100 ára føðingardagurin hjá Annelisu Gaardlykke varð hátíðarhildin.

Góða Annelisa,

Kanska um hundrað ár fellur ein ungmoy tár. Tað man hava kenst honum, Janusi Djurhuus, sum eitt drúgt tíðarmál, hóast alt í hesum heimi skal setast inn í eitt lutfalshøpi. Á samfeldu søguslóðini eru hundrað ár fyri lítið at rokna, men fyri okkum menniskju, sum stakverur, er hetta tíðarmálið eitt óvanliga langt lop, so drúgt, at sjálvt tær bíbilsku terminurnar verða yvirhálaðar. Í Sálmunum lesa vit, at: “Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” 

Tað er ikki gerandiskostur um hesar leiðir, at ein borgari hevur lagt heila øld aftur um seg á lívsins kjalarslóð, og í hesum serstaka førinum er tað eisini sjáldsamt, at fødselarurin alla hesa tíð hevur búð í einari og somu bygd, sum ikki varð gróðursett fyrr enn í 1846. Í niðursetubygdini Saltangará, sum ikki var meiri enn 75 ára gomul, táið Annelisa kom inn í hendan heimin.

Onnur, sum vóru borin í heim hetta árið, í 1921, eru forsetafrúan Nancy Reagan, sjónleikarin Charles Bronson, nevaleikarin Sugar Ray Robinson, rúmdarmaðurin John Glenn og Philip prinsur av Bretlandi. Hvussu nógv ið Annelisa hevur givið sær far um javnaldrarnar úti í heimi, veit eg ikki, men tað, sum fyri hana og samfelag okkara gjørdist eitt rættiligt markamót, er, at júst hetta sama árið fekst streymur úr fyrsta ravmagnsverkinum í Føroyum, tá verkið í Botni í Suðuroy stóð liðugt. Elektrifiseringin tók land, ein mennandi kollvelting var byrjað, sama árið sum føðingardagsbarnið sá ljós heimsins. Skipað elektrifisering var ikki sett í verk um okkara leiðir fyrr enn nógv ár seinri – fyrst í fimtiárunum. Tí hevur Annelisa livað báðumegin við hetta stóra nýbrotið. Størsta framtak í Føroya søgu.

Ein dagin eg kom á tal við mín nú sálaða skyldmann, trímenningin Petur Martin Rasmussen, prest, fall prátið á týdningin av niðursetubygdunum. Tey flestu vita um stóru útrásina úr Norðurlondum yvir á amerikanska meginlandið báðumegin við aldarskiftið 18/1900, hetta hendi kortini í nógv minni mun í Føroyum, og pastorali skyldmaðurin var sannførdur um, at hetta var bert niðursetubygdunum fyri at takka. Um hesar leiðir, innanvert kommunumarkið, bara her í grannalagnum, eru tær fleiri: Saltangará, Runavík, Rituvík og Æðuvík.

Strendur er gomul bygd og til ber at siga, at Annelisa íleguliga er fullblóðs strandingur. Hendan dagin fyri hundrað árum síðan var hon borin í heim við Sjógv á Strondum. Maria, rópt Mia, mamman, var haðan, og pápin, Símun, var úr Geilini slektaður. Í 1918 keyptu foreldrini hús og trøð hesumegin fjørðin frá Peturi Anthoniussen, - Peturi á Morskranesi. Kona hansara Jóhanna var systir Onnu Sofíu, ið var kona Per í Heiðunum. Jóhanna doyði bert 30 ára gomul í 1912. Petur giftist aftur, flutti av bygdini, og seldi húsini til Símun og Mariu Thomsen. Hetta verður roknað sum sekstanda húsið í Heiðunum – Saltangará. Símun og Mia fingu 6 børn, Annelisa er eitt teirra. Hon er næstelst av systkjunum.

Hóast tað hevur verið eitt knoss at seta búgv í nýlendi, við at kalla ongum hentleikum, so vignaðist kálvføðingin, annars hevði tað verið utopiskt at røkka so høgum aldri. Langt var millum húsini, búsetingarmynstrið í økinum var balkaniserað. Húsini stóðu miðskeiðis á trøðni hjá teimum flestu, og umframt húski vóru húsdýrini ein týðandi, ja, avgerandi, partur av lívinum og gerandisdegnum. Ikki minst kúgvin, sum er sentrali figururin í táverandi húsarhaldinum, tað lesa vit m.a. um í Feðgum á ferð hjá Heðini Brú. Ketil hevði í ovfarakæti sett seg í so stóra skuld, í einari grind, at hann mátti selja kúnna, størsti sorgardagur í lívi hansara og teirra.

100 ár. Fá hava sum Annelisa í egnum foldarlívi upplivað eina samsvarandi menning í heimsmyndini, og samstundis verið ítøkiligur partur av eini óvanliga stórari menning í egnum jørðildi. Frá spjaddari búseting í fleiri smáum bygdum til ein av landsins størstu býum. Hon gekk í gamla skúlanum á Glyvrum, sum var bygdur í 1890/91, og nú farið varð millum skins og hold, ein umvæling skuldi gerast, funnu vit eina meiri enn 90 ára gamla skrivibók hjá føðingardagsbarninum. Skrivað á donskum, sjálvandi, hetta var tíðin áðrenn mál- og mentanarliga frambrotið seinri í tí øldini. Eisini ta menningina ferðaðist Annelisa ígjøgnum, og eftir skúlaárini fór hon út at tæna, sum tá var vanligt. Eisini var hon í fiskaarbeiði hjá slóðaranum Símuni á Høgabóli. Onkrum av nógvum hevur hon greitt frá í útvarpaðum samrøðum. Hon er eisini ein av góðu keldunum til søguna um Runavíkar kommunu, sum kom út fyri kortum, skrivað av vestmenninginum Helga Jacobsen.

Undir heimsorrustuni seinru, í 1944, giftust tey bæði Annelisa og Karl. Karl Gaardlykke var lambamaður, men eftir at mamma hansara doyði frá honum, hann var tá bara tvey ára gamal, varð hann fluttur út á Nes, til morbróðurin Dánjal Davidsen, at vaksa upp. Karl fór til skips 14 ára gamalur, sigldi dastið av krígnum, men í 1943/44 gekk hann uppá skúla í Havn og fekk skiparaprógv á vári hetta seinra árið. Sama árið var hann við í einum skipakeypi, og var hann útróðrarformaður við “Morgunroðanum” í fleiri ár, til hann í 1948 fór at føra “Phebe” hjá D. P. Højgaard á saltfiskaveiði undir Íslandi og Grønlandi. Í nógv ár førdi hann “Harald” hjá Kjølbro og var mettur millum fremstu rokskiparar í landinum. Í 1958 keypti hann sluppina “Lizzie” frá høgabólsmonnum. Hann seldi hana aftur í 1962. Nú keypti hann “Mai”, sum vit, á okkara aldri, minnast sum eitt av skipunum, ið m.a. var grundarlag undir flakaframleiðsluni á landi. Símun, sonurin, loysti hann av, onkuntíð, og í 1983 seldi hann “Mai” til bróðursonin Petur Anker Gaardlykke í Vági. Eftir tað róði hann út við “Selnes”, egnum útróðrarbáti, við línu, snellu og sildagørnum. Karl doyði 7. juni 1990 – 71 ára gamal. Soleiðis hevur Annelisa sitið einkja í meiri enn 30 ár.

Tey bæði fingu børnini Honnu, Símun, Sonju og Dánial. Ommubørnini eru 10 í tali. Langommubørnini 22 og oldurommubørnini 2 í tali. Tað eru ikki øll sum geva sær far um stríðið, sum ein kona hevur havt sum administrator og uppalari, tá maðurin fyri tað nógva var til skips og átti skip. Hetta eru tær heimaarbeiðandi hetjurnar, við drúgvum arbeiðsdegi, sum tóku sær av húskinum og øllum tí sum hekk uppi við hesum. Annelisa var heima í uppvøkstrinum hjá børnunum, og seinri arbeiddi hon á flakavirkinum Lynfrost fram til pensiónsaldur.

Tað er stílur yvir Thomsen-fólkunum. Eins og Karl eiga brøður hennara dyggan lut í vinnulívssøguni á staðnum. Teir fingu, saman sváginum Jóhannusi Tausen, “Oknina” smíðaða á Tórshavnar Skipasmiðju. Partafelagið Lógv varð stovnað í 1962. Í 1963 varð kjølurin strektur, og á heysti 1964 var “Oknin” klár at fara á fiskiveiði. Síðan hava teir fingist við skipadrift, og teir sum eru uppi á døgum, Samson og Bentze, eru líka eldhugaðir enn, hóast teir eru lítið yngri enn systurin, sum í dag fer um eitt sjáldsamt markamót. Soleiðis hevur Annelisa eisini verið partur av einum pulserandi maritimum lívi stóran part av lívinum. Tað hevur av góðum grundum verið við til at kveikt ein magnfullan samfelagsáhuga. Vitið er bjart, og ert tú befongdur við nakað av positivum forvitni, so rennur væl saman í skilgreinanini av tí sum fyriferst í lokalsamfelagnum og kring um heimin. Fremri enn hetta stendur tó familjan, hon er ættkær, Annelisa, og tey eru ikki so fá, pløggini, seymað og tøtt, sum hon hevur latið úr hondum, so kreativ og dugnalig sum hon er við hondunum. Tað er eyðsýniligt fyri okkum øðrum, at familjubondini eru sterk. Vit, sum hava okkara vikuligu gongd í Glyvra kirkju, løgdu til merkis hesa sjónina, táið tey trý systkini, komu inn eftir kirkjugólvinum. Ja, har var stílur, og ein ráki av sáttligari og djúpari Guðstrúgv. Arvað frá foreldrunum, sum íðin gingu hesa somu leiðina.

Um ein pessimistur kann gerast hundrað ára gamal, tað veit eg av góðum grundum ikki, men tað ber til at røkka hundrað árum, um tú hevur eitt lætt lyndi og - umframt tað álvarsliga - dugir at síggja tað skemtiliga í lívinum, tá løtan er til tað. Annelisa er eisini eitt dømi um, at tú kanst gerast líka gamal sum ein øld, um tú ikki roykir, drekkur ella eigur ein bil. Hetta seinasta ger, at apostlarnir vera nógv brúktir, konditiónin verður hildin við líka og heilt fram til 96 ára aldur búði hon einsamøll heima. Tá kom eitt minni kropsligt bakkast, og síðan hevur hon havt sítt heim á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Her hevur hon trivist væl, og kennir seg væl viðfarna og passaða. Nú er mesta frítíðarítrivið at spæla kort, helst sjavs, og fjølskyldan heldur fyri, at hon sum oftast situr eftir sum vinnari, tá leikur er lokin.

Javnaldrarnir Nancy, Bronson, Sugar Ray, Glenn og Philip høvdu sína tíð, flestu teirra vóru á pallinum í mínum ungu døgum, og har stendur Annelisa framvegis, serliga í dag, nú hon fyllir hundrað ár.

Sólin er komin nakað vestur á himmalin, men ongin er eldri enn hon sjálv heldur seg vera, og við at spegla sær í egnum eftirkomarum, fjølskylduni, sær tú bulin og greinarnar á tínum egna lívstræi, - tað sum tú íleguliga legði til samfelagið. Tað fjálgar.

Fyri Runavíkar kommunu og eldrasamtakið Roðan fari eg at takka tær, Annelisa, fyri alt tað sum tú gavst samfelag okkara. Tygum hava verið ein virkin partur av eini sjáldsama stórari menning í hesum partinum av landinum. Hjartaliga til lukku við hundrað ára degnum og Guðs ríku signing ynski eg tær í døgunum sum liggja fyri framman.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo