Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nýggjárssendingin var annars ein so hugnalig sending, og har vóru nógv áhugaverd innsløg, eitt nú sum Tróndur Vatnhamar skipaði fyri.

Og ein sovorðin sending eigur at vera ein hugnalig sending, tá ið hugt verður aftur á eitt ár, sum nú er farið. Av sonnum eitt hendingaríkt ár, tað má sigast.

Kringvarpið skal eiga rós fyri sendingina, sum eg sá endursenda í kvøld.

Men eitt innslag segði mær ikki ein pinn, og tað var innslagið við Anniku Olsen, uttanflokka tingkvinna, sum "hevur funnið seg sjálva aftur", sum hon segði, eftir at hon "krasjaði eftir valið".

Námen, tað er alla æru vert, at ein persónur finnur seg sjálvan aftur, eftir at hava verið burturvilstur, og viðurkennir tað alment.

Og vit skilja eisini, at verturin, ein ung vøkur kvinna, hevði hug at gera eitt sindur meira við hetta "krasjið", men tað vildi Annika Olsen ikki koma inn á, tí hetta tíðarskeið var eitt farið brot í hennara lívi. Hon hevði lagt tað afturum seg. Hon hevði nú fótað sær aftur.

Men vertinnan vildi ikki rættiliga sleppa hesum partinum, tí Annika Olsen var ikki bara farin úr einum flokki, men hon hevði eisini meldað seg inn í ein nýggjan flokk, fyri síðani at melda seg úr sama flokki heilt stutt eftir, einar tveir tríggjar dagar eftir.

Hvat nú?

Jú, her hevði Annika Olsen eitt svar, sum hon endurtók minst tvær ferðir, og tað var, at hon er "borgarlig og tjóðskaparlig", tá ið vertinnan fiskaði eitt sindur eftir, hvør politiska ætlanin hjá Anniku Olsen var nú og eitt sindur frameftir.

Og eitt slíkt svar krevur ikki stóra politiska vitan at tulka. Tað er bara ein politiskur flokkur sum er bæði borgarligur og tjóðskaparligur, og hann eitur so ikki Framsókn.

Viðvíkjandi spurninginum um at fáa meira tíð saman við familjuni - Annika Olsen tók fram eina so fitta mynd, har hon og tvey ára gamli sonurin lógu á gólvinum í 2007 ella 2008, og hon hevði júst tikið avgerð um at gerast landsstýriskvinna og visti, hvussu nógva tíð tað kravdi - so fór fullkomiliga at mala fyri mær.

Sum landsstýriskvinna hevði hon havt bara eitt starv, men nú fegnaðist hon um, at hon hevði tikið uppaftur lærarastarvið á Studentaskúlanum, umframt at hon eisini er løgtingskvinna.

Ella sagt á annan hátt, fyrr hevði hon eitt starv, sum kravdi nógva tíð burturi frá familjuni, men nú hevur hon tvey størv, og roknar við at fáa meira tíð saman við familjuni?

Var tað nú auto-piloturin, sum svaraði í sendingini ella var tað tann "burturvilsta" Annika Olsen, kundu vit spurt.

ólavur

Sí nýggjársendingina her

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo