Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er at fegnast um og tað er onki minni enn ein stórhending fyri bústaðarmarknaðin í Havnini, at tað á fyrsta sinni fer fram ein størri bygging av leigubústøðum í tøttum samstarvi millum kommununa og privat byggifelag, nú skjøtul verður settur á at byggja 48 leigubústaðir undir Kongavarða.
 
Ætlanin var at byggja 96 leiguíbúðir, men Eigarafelagið eystan Kongavarða mótmælti hesi ætlan og kærdi til Kommunala Eftirlitið. Klagararnir fingu ikki viðhald, og Innlendismálaráðið gjørdi ikki meira við málið.
 
Samráðingar hava verið millum eigarafelagið og kommununa, sum endaðu við eini semju um, at ætlanin varð minkað úr 96 niður í 48 íbúðir, og at um 3.500 fermetrar av økinum vórðu lagdir út sum fríøki.
 
Arbeitt verður nú við at útvega annað øki til tær írestandi 48 leiguíbúðirnar, sum bústaðartrongjandi havnarborgarar standa á lista og bíða eftir.
 
---
 
Hóast málið er avgreitt og arbeiðið nú fer í gongd, so kom í dag aftur eitt alment skriv í fjølmiðlarnar frá Eigarafelagnum eystan Kongavarða. Torført er at síggja, hvat endamálið er við hesum niðrandi skrivi, sum hartil er fongt við fleiri beinleiðis ósannindum.
 
Eg ætli mær ikki at viðmerkja hesi ósannindi, men eg skal gera púra greitt, at byggingin undir Kongavarða skal liva upp til somu krøv sum øll onnur bygging í býnum. Ongin fær byggiloyvi, uttan at allar ásetingar í byggisamtyktini og bygningskunngerðini verða fylgdar.

Og sjálvandi eru atlit tikin til trivnaðin í økinum – triðingurin er jú avsettur til fríøki. Tað var jú eisini avtalan við eigarafelagið. Og hesa avtalu standa vit við, og er hetta eisini tað, sum Tórshavnar býráð hevur samtykt.
 
Tá ið ført verður fram, at kommunan skal hava borið seg óreiðiliga at í hesum málinum, og at eg skal hava gloymt givin lyfti, so er hetta heilt einfalt ikki rætt.
 
---
 
Persónliga fegnist eg um, at vit nú endiliga sleppa í gongd at veita bústaðartrongjandi havnarborgarum leigubústaðir, og at tær fyrstu 48 íbúðirnar longu verða tøkar um ársskiftið. Og tær verða bygdar í tveimum hæddum, ikki trimum, sum sagt verður.
 
Tá sitandi samgonga kom til, settu vit okkum fyri at fremja tílíka bústaðarbygging. Hóast nógvar royndir og nógv vónbrot, so eydnaðist nú endiliga at seta skjøtul á og at útvega havnarborgarum tær fyrstu 48 leiguíbúðirnar.
 
Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo