Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Ætlanin við stuðlinum til eigarafeløgini og definerað grannaløg er ikki at tey skulu fara út og keypa í eyst og vest.

- Materiell ting verða leigað, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, nú ymisk skriving hevur tikið seg upp um peningin sum eigarafeløg og definerað grannaløg kunnu søkja um frá kommununi í sambandi við Ólavsøkuna.

- Henda hugsan sprætt úr, at vit ikki kunnu hava felagssangin á Vaglinum í ár av koronatiltøkunum, men tað verður so gjørt á tann hátt í  ár, at grannaløg og allir føroyingar annars kunnu luttaka í sanginum yvir alnetið, har ætlanin so er at KVF skal samskipa hetta.

- Hevur eitt eigarafelag ella definerað grannalag hug at skipa fyri tiltøkum við tónleiki ella øðrum undirhaldi, so verður hetta undirhald keypt. Tað vil siga at kemur ein tónleikari at undirhalda, so fær tónleikarin goldið fyri tað.

- Tað sama verður galdandi um skipað undirhald verður fyri børnum.

- Eingi materiell ting verða keypt, men leigað, so talan verður als ikki um at hvørt definerað grannalag ella eigarafelag skal liggja inni við stórari goymslu av keyptum lutum.

Annika Olsen, sigur eisini við VP, at reglugerðin er broytt og er send út til býráðslimirnar til kunningar.

- Henda reglugerðin er avstemmað við Kommunala Eftirlitið, sigur Annika Olsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo