Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Virknishøllin er latin upp, og frá 8. juli ber til at bóka tímar í høllini á itrott.fo.

Niðanfyri eru brot úr røðuni hjá Anniku Olsen, borgarstjóra, tá ið móttøka var í høllini seinnapartin.

- Tað er framvegis so, at sálin trívist best í einum frískum likami.

- Rørsla og spæl hevur stóran menniskjansligan týdning, og ítróttin lærir okkum at virða onnur og arbeiða saman við øðrum, at lurta og meta um tað, tú hoyrir, at hava tol við onnur, at góðtaka onnur, at búnast og mennast, at skilja teg sjálvan, kropsliga, sálarliga og sosialt, at vinna og vera fyri ósigri, og at uppliva gleðina, sum tað er at røra seg.

- Ítrótturin gevur góðar vanar og størri sjálvsálit. Vit eru rætt og slætt betri fyri, tá ið vit hava rørt okkum.

- Nógv frítíðarvirksemi er at fara til hjá børnum og ungum í Tórshavnar kommunu: Fótbóltur, hondbóltur, flogbóltur, svimjing, fimleikur, tónleikur, skótar og mangt, mangt annað.

- Umframt hetta hava børn og vaksin eisini tørv á sjálvskipaðum virksemi til alskyns rørslu og spæl. Og tað er júst hetta virksemi, sum Virknishøllin í Finsen borgar fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo