Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Spyrjari: Annika Olsen, løgtingsmaður.

Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Evni: Nágreining av viðmerkingunum í kap 24 í revsilógini um kynslig brotsverk

  1. Metir løgmaður, at kap 24 í revsilógini er nóg greið?

  2. Um nei, hevur løgmaður ætlanir um at nágreina revsilógina kap 24?

  3. Um ja, nær verður hetta gjørt?

  4. Metir løgmaður, at lógardeildin á løgmansskrivstovuni er nóg væl mannað?

  5. Hvat er status við revirættarliga ráðum?

Ì 2009 varð revsilógin yvirtikin á føroyskar hendur, og í hesum sambandi varð drúgv dagføring av revsilógini framd í 2010. Serliga vóru dagføringar gjørdar í kap. 24 í revsilógini, sum hevur við kynslig brotsverk at gera, t.e. neyðtøku, siðsemisbrot, pædofili og revsing fyri at hava barnaporna í varðveitslu umframt at breiða hetta tilfar út. Revsilógin var tá ikki dagførd í nógv ár, og tí var tað umráðandi, at revsing fyri tílík brot vóru ájavnt við revsiásetingar í okkara grannalondum.

Ì 2016 varð kap. 24 (kynslig brotsverk) aftur dagført. Herundir er nógv umrødda § 216, sum hevur við neyðtøku at gera. Her stendur greitt, at fyri neyðtøku verður tann, ið fremur hetta, revsaður/revsað við fongsli í upp til 8 ár og við 12 ár fyri neyðtøku um talan er um barn undir 12 ár.

Ì nógv umrødda pædofili málinum, har dómurin fyri kynsligan ágang móti 3 børnum, er komið fram í samband við dómúrskurðin, at ein av orsøkunum til lina dómin er, at serligu viðmerkingarnar til revsilógina kap 24, herundir § 216 ikki eru nóg greiðar um, hvussu revsingin skal tulkast og setast. Tað er sera álvarsligt, at tað kan sáast ivi um, sjálva revsirammuna, tí hetta ikki greitt framgongur í serligu viðmerkingunum. Fyri at beina allan iva burtur verður tí spurt løgmann um revsilógin kap 24 verður dagførd við nágreiniligum viðmerkingum, so allur ivi hesum viðvíkjandi verður beindur burtur. Kynslig brotsverk skulu revsast hart og serliga hart tá talan er um børn, og tað skal ongin ivi verða um hetta í okkara revsilóg.

Tað er sera umráðandi, at lógardeildin á løgmansskrivstovuni fær hægstu raðfesting, og at starvfólkaorkan er nøktandi. Ì samband við yvirtøkuna av revsirættinum og revsilógini varð eisini sett eitt revsirættarligt ráð á stovn, sum kundi fylgja við gongdini í okkara grannalondum á revsirættarliga økinum. Ráðið skuldi fylgja við broytingum, soleiðis at okkara revsilóg altið er dagførd og ájavnt rættarpraksis í londum, sum vit sammeta okkum við. Àhugavert er tí eisini at vita, hvat status er við revsirættarliga ráðnum, og tí verða hesir spurningar settir løgmanni.

Á Løgtingi 9. Apríl 2021
Annika Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo