Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

8. februar verður árliga handanin av gávugóðsinum úr Grunni Thorvalds Poulsens av Steinum. Gávugóðsið verður latið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Tiltakið, sum er alment, verður í hølunum á loftinum á Føroyamálsdeildini tann 8. februar klokkan 16.00.

Í samband við tiltakið spælir Lena Anderssen nøkur løg.

Í sínum testamenti hevur Thorvald Poulsen av Steinum ásett, at í stýrinum fyri grunnin skulu sita rektarin fyri Fróðskaparsetur Føroya, forfólkið fyri Føroya lærarafelag og forfólkið fyri Listafólkasamband Føroya, LISA.

Fyri at tryggja listafakliga støðið handan tilmælið um, hvør ið skal hava gávugóðsið, hevur stýrið gjørt avtalu við Listafólkasamband Føroya, sum hevur sett eina úrvalsnevnd av fakfólkum at velja út ungt listafólk, ið skal fáa handað gávugóðsið.

Øll eru vælkomin á Føroyamálsdeildina at heiðra ársins móttakara av gávugóðsinum úr grunninum hjá Thorvaldi Poulsens av Steinum, Anný Djurhuus Øssursdóttir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo