Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hetta er tíðin, tá nógv eru burtur heimanifrá, antin tey ferðast í egnum landi ella í útlondum. Og so kemur átrokandi spurningurin - hvussu fái eg nú fatur í netinum?

Tað plagar ikki at vera nakar trupulleiki, tí flestu summarhús, gistingarhús, matstovur og aðrastaðni har ein kemur plaga at bjóða hesa tænastuna.

Men tú kann ikki kenna teg púra tryggan, heldur ikki um spurt verður um loyniorð ella talan er um eina tænastu, sum tú hevur goldið fyri, verður sagt í einum tíðindaskrivi sum ritzau tíðindastovan hevur sent út.

- Tey sum fremja kriminalitet á netinum fylgja væl við, og tey kunnu taka yvir hesi gestanetini og hava stolið nógvar upplýsingar um eitt nú netbankan, áðrenn nakar varnast tað.

Best er at syrgja fyri at hava nóg nógv data á telefonini áðrenn tú fert heimanifrá, eru ráðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo