Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Anton Olsen, sáli var kapteinur á danska skipinum Claru Maersk, sum bjargaði 4.004 vietnamesarum á havinum í 1975, tá Saigon fall í Vietnamkrígnum.

Sum tað síðsta tiltakið á mentanarvikuni Skýming í Runavík í ár, verður hátíðarhald og minnisvarði reistur til heiðurs fyri Anton Olsen og tað bragdið, hann framdi í 1975.

Hátíðarhaldið verður komandi sunnudag 25. oktober, og sær skráin soleiðis út:

Kl 17.00 í Rituvík: Minnisvarði verður avdúkaður og talur bornar fram.

Kl 19.00 á Bókasavninum við Løkin og í Løkshøll: Myndaframløga, talur og drekkamuður.

Vitjan úr Vietnam
Tríggjar systrar, sum vóru bjargaðar og nú búgva í Danmark, koma til Runavíkar og luttaka í hátíðarhaldinum.

Ein teirra hevur skrivað bók um hendingina, og leggur bókina fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo