Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Brekkiarbeiðið er farið í gongd á Slættanesi nú, upplýsir Vága kommuna fyri VP.

Slættanes er manntóm bygd norðast á eystursíðuni á Vágoynni, men har standa fleiri hús og nógv fólk plagar at vitja har summarmánaðirnar.

Fyri nøkrum árum síðani fór lendingin, sum frammanundan var vánalig, nakað illa av brimi, men Vága kommuna hevur í hesum fíggjarárinum sett 150.000 krónur av til at umvæla lendingina fyri. Harumframt hevur eitt áhugafelag fyri Slættanes eisini savnað inn pening, sum er markaður at brúka til endamálið.

Vága Kommuna upplýsir, at arbeiðið at brekka júst er byrjað og fer at taka einar 14 dagar. Síðani skal eisini stoypast nakað, men tað verður helst ikki gjørt í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo