Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága kommuna hevur gjørt avtalu við donsku fyritøkuna Via Trafik um at gera ferðslutrygdarætlanina og er tað arbeiðið byrjað.

Fólk frá ViaTrafik hava verið í Føroyum hesa vikuna og gjørt ferðslutrygdarinspektión av veganetinum. Tað er er ein gjøgnumkoyring av avmyndan av veganetinum, við fokus á bæði smærri og størri vandamálum í ferðsluni. Tað kann t.d. vera manglandi skelti, avmerking, ljós og trupul útsýnisviðurskifti.

Í desember verður næsta stigið í ætlanini gjøgnumført. Tá verður kanning gjørd um ferðsluvanar og ótryggleika hjá skúlanæmingum, eins og fylgibólkur verður settur og hevur sína fyrstu verkstovu.

Ferðslutrygdarætlanin væntast liðug í mars 2017 og verður hon skipað sum ein yvirorðnað ætlan og eisini sum eitt katalog við konkretum skitsuuppskotum til ferðslusaneringar, sum kunnu gjøgnumførast stigvíst, skrivar Vága kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo