Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í fleiri mánaðir hevur ikki verið gjørligt at fingið eina veðurforsøgn á heimasíðuni Vedrid.fo, men nú sigur Vørn, at arbeitt verður við eini nýggjari heimasíðu og app.

VP spurdi Vørn, hví henda tænastan ikki var tøk á heimasíðuni, og hevur ikki verið tað í fleiri mánaðir, og sambært samskifti, VP hevur fingið, so er orsøkin, at YR hevur sløkt fyri eini tænastu, sum Vedrid.fo plagdi at brúka, fyrr í ár.

Nær heimasíða og app verða tøk í nýggjari útgávu, verður ikki kunnað um.

Vørn kunnaði herfyri um, at á Veðurstovuni, sum er deild undir Vørn, eru settir tveir veðurfrøðingar og ein deildarleiðari, umframt tímaløntir ráðgevarar og hjálparfólk.

- Veðurstovan miðar móti at yvirtaka og menna allar veðurtænastur fyri Føroyar. Men í fyrstu syftu verður miðað móti yvirtiknu økjunum, t.v.s. veðrið á landi og sjógvi, umframt mátingar.

- Ilt er at meta nær hetta arbeiðið er komið undir land, men við nýggju starvsfólkunum kemur nú veruliga gongd á hetta arbeiði, sigur Vørn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo