Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mánadagin, 24. januar, verður arbeiðið, at byggja sambýlið við Reynstún á Argjum, boðið út.

- Vit hava bíðað leingi og eg eri sera fegin um, at arbeiðið loksins verður boðið út. Hetta er eitt stig á leiðini, at útvega bústaðir til fólk við serligum avbjóðingum, sigur Sólvit E. Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum.

Sambýlið á Argjum er ætlað fólki við menningartarni og fjølbreki, sum hava tørv á hjálp og stuðli alt samdøgrið. 18 búfólk fara at húsast í sambýlinum.

Arbeiðið verður boðið út sum fýra stórarbeiðstøkur. Hesar fevna um ávikavist:

  • Jørð- og kloakkarbeiði
  • Timbur-, snikkara-, betong-, lendis-, málara- múrara- og gólvarbeiði
  • El-arbeiði
  • HVS-arbeiði

Innbúgv verður boðið út seinni.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan í mai 2022 og er mett at taka 18 mánaðir. Sambýlið verður sostatt eftir ætlan liðugt í november 2023.

Tað er Landsverk, sum bjóðar arbeiðið út vegna Almannamálaráðið. Lisitatiónin verður 18. februar 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo