Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Dánial Johansen, Lutherus Meinhartsson, Tórhallur Johansen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Sigtór A. Petersen og Jóhan Hendrik Ellefsen

Dánial Johansen, Lutherus Meinhartsson, Tórhallur Johansen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Sigtór A. Petersen og Jóhan Hendrik Ellefsen

Dánial Johansen, Lutherus Meinhartsson, Tórhallur Johansen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Sigtór A. Petersen og Jóhan Hendrik Ellefsen

Vága kommuna: Arbeiðið at útstykkja 8 nýggj grundstykkir eystanfyri Skaldaveg í Miðvági er liðugt. Tað var 25. mai í ár at Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri setti fyrsta spakan í og gró flagið av. Tað er Sp/f Deskon við Dánial Johansen ið hevur staðið fyri arbeiðinum at gera grundstykkini byggibúgvin og J&K Petersen hava verið undirveitarar.

Arbeiðið hevur gingið væl og í gjár var ástaðarfundur og økið varð handað kommununi. Tað nýggja við hesi útstykking er, at vegurin, kantsteinar og lyktapelar eru gjørd liðug. Nógv orka er somuleiðs løgd í, at kloakk og spillvatns leiðingar eru gjørdar, at klárt er at fara undir at gera fleiri grundstykkir.

Útstykkingin á Heiðatrøðni er partur av størri útstykkingarætlan fyri økið og eru hesi tey fyrstu 8 av 50 grundstykkjum. Tað sum er serstakt við hesum nýggja býlinginum er, at hann verður bundin saman við gøtum og fríøki, og verður tryggur hjá børnum at ferðast á og at spæla millum húsini.

Tað er siðvenja, at vegirnir norðuri á Heiðum hava nøvn eftir skøldum ættað úr Miðvági. Hendan nýggja gøtan fær navnið Gudmundargøta eftir skaldið og próst Gudmund Bruun, føddur í Jansagerði í Miðvági 18. august 1891. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo