Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Uppmátingar eru gjørdar stóran part av degnum á Vaglinum í dag nú ætlanin er at lata Havnará uppaftur.

Tað váttar borgarstjórin Heðin Mortensen fyri VP.

Ein millión krónur er sett av til fyrireikingina at lýsa verkætlanina og gera neyðugar kanningar, eins og umsitingin fær heimild at bjóða partar av verkætlanini út, var samtykt av Tórshavnar Býráð í februar í ár.

Havnará varð lokað á leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið fyri umleið 60 árum síðan. Upprunaliga gekk Havnará frá Villingadali, oman í Gundadal, víðari oman gjøgnum plantasjuna, framvið Sjónleikarhúsinum og oman gjøgnum miðbýin oman á Kongabrúnna.

Mesta av ánni er í dag undir jørð og verður helst ongantíð latin uppaftur, serliga við atliti at kloakkskipan, núverandi virksemið omaná lokinum o.s.fr.

Í fyrstu atløgu verður mett ráðiligt at lata partin av ánni upp frá Betri Banka og oman á Vaglið.

Myndir: Ólavur  Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo