Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

SEV: Arbeiðið at gera forkanningar til pumpuskipan og kanningar í sambandi við viðlíkahald av byrgingini í Heygadali er komið hálva leið.

Byrgingin er tømd fyri vatn, og tveir ymiskir veitarar eru í ferð við ávikavist forkanningar til pumpuskipanina Mýruverkið II og kanningar í sambandi við viðlíkahald. Í sambandi við dagføring verða m.a. armeringar kannaðar, meðan forkanningar til pumpuskipan m.a. umfata kanning av lendinum og jarðfrøðini í økinum.

Arbeiðið er mett at taka alt millum 2 og 4 vikur, men váta veðrið hevur tarnað eitt nú graviarbeiðnum nakað við tað, at lendið er rættuliga vátt og bleytt.

SEV stendur fyri viðlíkahaldsarbeiðnum, og tá tað er av, verður vatn aftur latið í byrgingina. Hesa tíðina á árinum kann taka langa tíð at fylla byrgingina aftur, so tað verður væntandi í august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo